Myndir: Claus Bech/Ritzau Scanpix

Nýggj føroysk mat­stova fór frá ong­ari til tvær Michelin-stjørnur

Føroyska matstovan Paz við Poul Andrias Ziska, kendur frá matstovuna Koks, fekk tvær Michelinstjørnur.

Myndir: Claus Bech/Ritzau Scanpix

Nýggja matstovan Paz í Føroyum fór frá ongari til tvær Michelinstjørnur.

Tað er greitt, nú Michelin Guide býtir stjørnur út í Norðurlondum.

Handanin fer fram í Annebjerg Kulturpark í Odsherred.

Á odda fyri matstovuni er Poul Andrias Ziska, sum eisini var høvuðskokkur á føroysku Michelin matstovuni Koks.

Koks hevði tvær stjørnur, men stongdi í fjør.

Paz lat upp í Havn í vár.

Tær sjey donsku matstovurnar, sum longu høvdu tvær Michelin-stjørnur, fara at varðveita tær.

Í Keypmannahavn er hetta galdandi fyri Alkymist, Aoc, Kadeau Keypmannahavn, Koan og Kong Hans Kælder.

Í Århus skal Frederikshøj varðveita sínar báðar stjørnur, eins og Henne Kirkeby Kro í Henne.

Samstundis varðveita tær tríggjar donsku matstovurnar Geranium í Keypmannahavn, Noma í Keypmannahavn og Jordnær í Gentofte sínar tríggjar Michelinstjørnur.

Fyri Danmark endar samlaða heiðurslønin við 27 matstovum við einari stjørnu, harav seks av matstovunum eru nýggjar á listanum.

Harumframt hava tilsamans átta danskar matstovur tvær stjørnur, harav ein er nýggj, meðan tær tríggjar núverandi trístjørnu Michelin matstovurnar varðveita sínar.

 

/Ritzau/

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

 

 

Myndir: Claus Bech/Ritzau Scanpix