Í dag klokkan 15 verður almenn móttøka í nýggja barnagarðinum í Sørvági.
Í kommununi fegnast tey um, at nýggi barnagarðurin nú er liðugur og er klárur at taka ímóti børnum og starvsfólkum.
- Almenna móttøkan í dag verður frá klokkan 15-17, og tá eru øll hjartaliga vælkomin. Kommunan fer at bjóða kaffi og køku, siga tey í Sørvágs kommunu.
Arbeiðið við útbyggingini av barnagarðinum byrjaði á heysti í 2024, og nú eru hølini klár at taka í nýtslu.
- Talan er um ein nútímans og stásiligan stovn, har dentur er lagdur á trivnað, námsfrøðiliga menning og góðar arbeiðsumstøður hjá starvsfólkunum.
Í nýggja bygninginum eru tvær barnagarðsstovur og ymisk sansarúm, umframt umsiting, fundarfølir og starvsfólkahølir.
Víst verður á, at útbyggingin merkir eisini, at tær stovurnar, sum framhaldandi fara at halda til í teimum eldru hølunum, nú fáa betur karmar til børnini, og hetta fer at styrkja bæði trivnaðin og dagliga virksemið.
- Vit fegnast um, at vit nú hava skapt betri karmar fyri bæði starvsfólkini á stovninum og børnini í kommununi, siga tey í Sørvágs kommunu.











