Japanar hava nú ment eina vaskimaskinu til fólk - og ikki til klæðini, vit ganga í.
"Mirai Ningen Sentakki" – ella "framtíðarinnar fólkavaskimaskina" verður nú at fáa til keyps í handlum, sum selja elektroniskar vørur í Japan.
Sambært útlendskum miðlum vóru vitjandi á World Expo, sum hevur verið í Osaka í Japan, ógvuliga hugtikin av nýggju vaskimaskinuni.
Sagt verður, at vitjandi stundum stóðu í bíðirøð fyri at síggja nýggja japanska uppfinnilsið.
Maskinan syrgir fyri, at kroppurin verður væl vaskaður. Tú leggur teg niður, letur lokið aftur, og so verður tú vaskaður, meðan tú lurtar eftir tónleiki.
Men, tú verður ikki sentrifugaður!
##med2##
Tað er japanska felagið, Science, sum hevur framleitt vaskimaskinuna, og sagt verður, at eitt ordiligt kropsvask tekur einar tíggju minuttir.
Tá ert tú bæði reinur og nossligur!
Sum skilst, kostar sjálv vaskimaskinan einar 12.000-14.000 krónur, men aftrat hesum koma so tær íbindingar, sum vaskimaskinan skal hava.
Ein talskvinna fyri felagið, sum hevur ment nýggju vaskimasknuna, sigur, at maskinan vaskar ikki bara likamið, men eisini sálina.
- Maskinan mátar eisini hjartasláttur og ymisk onnur týdningarmikil kropssignal, leggur hon aftrat.
Smbært www.tv2.no hevur eitt hotell í Osaka keypt fyrstu kropsvaskimaskinuna, sum tey bjóða sínum vitjandi at royna.











