- Gongdin í samfelagnum týðir uppá, at alsamt fleiri børn og ung stríðast við angist og tunglyndi.
Soleiðis sigur Bjarta Petersen, sum við Sálarstovuni bjóðar sálarrøkt til einstaklingar, pør og familjur. Hon vísir í Vikuskiftis Sosialinum á, at miðlarnir og almenna rúmið eiga ein stóran leiklut í hesari gongdini.
- Ótilætlað verður almenna rúmið í størstan mun brúkt til at skapa angist og tunglyndi. Ring tíðindi, vanlukkur, dokumentarsendingar, spennings- og ræðufilmar, fyri ikki at siga morð. Internet, telduspøl, politikkur, sosialir miðlar, ja enntá slatur vekir ótta, sigur Bjarta Petersen, sum í staðin heldur, at meira ljós skal varpast á frið og vón
Les langa samrøðu við Bjartu Petersen um tunglyndi og angist í nýggjasta Vikuskiftis Sosialinum, har stórt tema er um hesar báðar fólkasjúkurnar.