– Tørvur verður á nýskipanum, sum árliga effektivisera almenna geiran við tí endamáli at fáa javnvág í inntøkum og útreiðslum.
Soleiðis stendur í ískoytistilfarinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans á ólavsøku, sagt verður, at arbeiðið fer at taka drúgva tíð og røkka tvørtur um fleiri samgonguskeið.
– Neyðugt verður tí við breiðum politiskum semjum um átøkini, sum skulu fremjast, og at allir flokkar á Løgtingi fáa møguleika at fylgja við og ávirka arbeiðið, sæst í tilfarinum.
Har stendur eisini, at landsstýrið ætlar at seta á stovn eina nýskipanarnevnd.
– Yvirskipaði arbeiðsetningurin hjá nevndini verður at koma við uppskotum um at gera almenna geiran skynsamari og bíligari, sæst í frágreiðgini.
Fíggjarmálaráðið verður skrivstova hjá nýskipanarnevndini.