Almennir arbeiðsgevarar eru hoknaðir

Vildu kortini ikki hava greiðu á, um starvsfólk hjá almennum og kommunalum arbeiðsgevarum kunnu fara í verkfall.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, er formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum

Tað verður ikki fingið greiða á, um starvsfólk hjá kommunum og hjá landinum hava lov at fara í verkfall í morgin. Tað er greitt, nú Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tók aftur áheitanina um at senda málið fyri fasta gerðarrættin.

Arbeiðarafeløgini hava hildið fast uppá, at tað er siðvenja, at starvsfólk hjá kommunum og landi fara í verkfall, tá støðan er sum hon er, og at soleiðis varð gjørt í 2003, í 2001 og í áttatiárunum.

Men síðani tá hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum fingið eitt amboð, sum kann greiða slíkar óvissur, Fasta Gerðarrættin. Hann kundi tí fingið greiðu á hesum. 

Men hví tók Kommunala Arbeiðsgevarafelagið málið aftur?

– Tað eru ávísar orsøkir til tað, sigur Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og borgarstjóri í Eysturkommunu.

– Vit vildu hava greiðu á hesum viðurskiftum saman við Fíggjarmálaráðnum – um tað ber til at fara í verkfall á einum øki, sum man ikki er sáttmálapartur við. Men Fíggjarmálaráðið bakkaði út í síðstu løtu, og tá vit høvdu sent málið inn, so kom ávíst trýst frá onkrum »eigara« um (limi í Kommunufelagnum, red.) um at fáa málið tikið aftur.

Tað vil við øðrum orðum siga, at tað verður ikki staðfest, um arbeiðsgevarar ella fakfeløgini hava rætt í hesum máli. Hinvegin verður fordømi kanska skapt, sum gevur fakfeløgum rætt í, at tað er lagi at fara í verkfall ímóti einum parti, sum tú ikki hevur samráðingarrætt við.

 

 

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, er formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum