Sunda kommuna er rættiliga víðfevnd við brúnni um Streymin sum sambindingarlið. Kommunan røkkur heilt úr Gjógv og Tjørnuvík um Saksun og suður til Hósvíkar

Alment útboð av røkt og grassláing

- Kommunan hevur sjey kirkjugarðar, tríggjar minnisvarðar, tríggjar barnagarðar og fleiri fríøkir í ymisku bygdunum

Sunda kommuna er rættiliga víðfevnd við brúnni um Streymin sum sambindingarlið. Kommunan røkkur heilt úr Gjógv og Tjørnuvík um Saksun og suður til Hósvíkar

Sunda kommuna bjóðar nú út arbeiðini at røkja og sláa gras í kirkjugørðum, minnisvarðum, fríøkjum og barnagørðum, umframt at týna skøru í kommununi.

 

- Kommunan hevur sjey kirkjugarðar, tríggjar minnisvarðar, tríggjar barnagarðar og fleiri fríøkir í ymisku bygdunum í kommununi.

 

Í kommununi siga tey, at arbeiðini verða boðin út alment, sum trý arbeiðir, ið ikki eru tengd at hvørjum øðrum.

 

- Til ber at bjóða upp á eitt ella fleiri av hesum, og tilboðini skulu haldast atskild og skulu latast inn hvør sær í egnum brævbjálva.

 

Arbeiðini, sum talan er um í Sunda kommunu,  eru fylgjandi:

 

a. Røkt og grassláing av kirkjugørðum og minnisvarðum í Sunda kommunu í 2026

 

b. Røkt og grassláing av fríøkjum, dagstovnum og tekjum í Sunda kommunu í 2026

 

c. Týning av skøru í Sunda kommunu í 2026

 

- Áhugaðir arbeiðstakarar kunnu venda sær til sunda@sunda.fo fyri nærri kunning og, at fáa útbjóðingartilfarið tilsent, siga tey í kommununi í dag. 

 

Tilboðini skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi á middegi 23. feburar 2026, har tilboðsprísur og fyrivarni verða kunngjørd.

 

- Tey bjóðandi eru vælkomin at verða til staðar, tá brævbjálvarnir verða latnir upp.

 

Lagt verður aftrat, at Sunda kommuna tilskilar sær rætt til at vraka tilboðini, um nøktandi prísur ella tilfar ikki fyriliggur.

 

 

 

Sunda kommuna er rættiliga víðfevnd við brúnni um Streymin sum sambindingarlið. Kommunan røkkur heilt úr Gjógv og Tjørnuvík um Saksun og suður til Hósvíkar