Palestinski forsetin kemur til Noregs

Funnist hevur verið at Mahmoud Abbas fyri ikki at hava hildið val, hóast hansara forsetatíð langt síðan er farin

Palestinski forsetin, 90 ára gamli, Mahmoud Abbas, kemur nú til Noregs á vitjan.

 

Hetta verður fyrsta vitjan hjá honum í Noregi, síðan Noreg viðurkendi Palestina sum egnan stat.

 

Mahmoud Abbas hevur verið palestinskur forseti síðan á forsetavalinum í 2005.

 

Funnist hevur verið at honum fyri ikki at hava hildið val, hóast hansara forsetatíð langt síðan er farin.

 

Herfyri boðaði palestinski forsetin frá, at beinleiðis val skal verða í tjóðarráðnum hjá PLO hin 1. november í ár.

 

- Tjóðarráðið svarar til tjóðartingið í hersettu økjunum á Vestara Áarbakka, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.