Seattle Seahawks vunnu Super Bowl

Í nátt var stóra finalan í ameriskum fótbólti leikt

Mynd: Ritzau Scanpix

Seattle Seahawks vunnu stóru finaluna í ameriskum fótbólti, kend sum: "Super Bowl".

 

Í finaluni sum var leikt í Santa Clara í Kalifornia vann liðið úr Seattle greitt 29-13 á New England Patriots.

 

Sambært teimum kønu var tað serliga verjuspælið, ið bar sigurin heim hjá Seattle Seahawks.

 

Hetta er annað Super Bowl heitið hjá Seattle Seahawks. Í 2014 vunnu teir á Denver Broncos í finaluni.

 

Mynd: Ritzau Scanpix