Alsamt fleiri velja at lesa á Setrinum

Uppgerð frá Studna vísir, at nógv tey flestu vilja lesa hægri lestur í Føroyum. Á Fróðskaparsetrinum, sum er einasta universitet

í landinum, hava umleið 1000 lesandi sína dagligu gongd

LESTRARBLAÐIÐ í Sosialinum 2022

 

– Eg eri byrjaður at lesa námsfrøði á Setrinum, og tað er øgiliga spennandi. Eg eri endaður í einum flokki við sera spennandi og fryntligum floksfeløgum, og harafturat eru lærararnir øgiliga dugnaligir.

 

Soleiðis segði ein ungur maður í nýggjársheilsan í sending hjá Kringvarpinum. Og hann er ikki einsamallur um at dáma væl at lesa á Fróðskaparsetrinum.

 

Nýgg uppgerð frá Studna vísir, hvussu nógv fleiri velja at lesa í Føroyum nú, samanborið við fyri fáum árum síðani, og tað hevur sína frágeiðing.

 

Chik Collins, sum hevur verið rektari á Setrinum síðani 2019, heldur, at stóra altjóða útsýnið og samstundis so sterka tilvitið á Fróðskaparsetrinum um at nøkta tørvirnar í okkara egna samfelagi talar til teir føroyingar, sum vilja hava hægri útbúgving.

 

– Ja, eg haldi, at tølini eru sera týðilig. Tey bera boð um, at les- andi fegin vilja lesa á einasta universitetinum, sum miðsavnar seg um føroysku samfelagstørvirnar, samstundis sum vindeyguni móti útheiminum standa opin. Og eg haldi eisini, at tølini siga, at Setrið veksur í metum. Vit fegnast sjálvsagt um, at tey flestu nú velja at søkja á Fróðskaparsetur Føroya enn á universitet uttanlands, og vit leggja eisini nógv fyri at hava góðskutryggjaða undirvísing og gott samskifti og samstarv við tey lesandi, sigur rektarin.

 

NÓGVAR ÚTBÚGVINGAR

 

Á Fróðskaparsetrinum eru fimm deildir, har lesandi verða innskrivað, alt eftir, hvørja útbúgving, tey ætla sær at lesa.

 

Á Námsvísindadeildini á Frælsinum ganga tey, sum vilja lesa til lærara ella námsfrøðing. Á Føroyamálsdeildini á Debesartrøð lesa tey føroyskt mál og bókmentir, umframt bachelor í rit- ella tónlist. Í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju, har Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi heldur til saman við

 

Náttúruvísindadeildini, lesa tey sjúkrarøktarfrøði og fólkaheilsu, lívfrøði, mýlalívsvísindi, KT-verk- frøði og verkfrøði, og á Søgu- og samfelagsdeildini lesa tey søgu, samfelagsvísindi, politikk og umsiting, búskapar- og virkisfrøði, løgfrøði, leiðslu og skipan.

 

Á Lestrarskrivstovuni í J.C. Svabosgøtu er tænastudepil fyri lesandi og lestrarvegleiðing. Ráð teirra lesandi er eisini ein týðandi leikari og bindilið millum tey les- andi á Setrinum og Setursleiðsluna, og regluligir fundir eru millum partarnar, eins og trivnaðarkanningar verða g jørdar fyri at fylgja væl við, hvussu tey lesandi trívast.

 

Eisini stóri felagsskapurin hjá teimum lesandi, MFS, hevur vind í seglunum í hesum døgum. Fyri kortum fekk MFS fullan limaskap í European Student ́s Union, og tað varð hátíðarhildið í Kongshøll hós- dagin 24. Februar.

 

– Vit vilja fegin takka øllum teimum, sum vóru partur av tilgongd okkara at fáa limaskap í ESU og sjálvandi eisini hátíðarhalda hetta stóra framstigið fyri føroyskan útbúgvingarpolitikk – og fyri føroysk lesandi, ikki minst!, stóð í innbjóðingini frá MFS.

 

1. mars letur Fróðskaparsetur Føroya upp fyri umsóknum til lestrarbyrjan 2022.

 

Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestarstudninginum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið studningin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í útgoldnum ÚSUN - gjaldskúlastudningi, ÚSUN - livikostnaði og ferðastudningi - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið studningin einaferð í skúlaárinum, eru tald við.