Alt er ólønt

Karl Birgir Isaksen er ein av monnunum aftan fyri Føroya Sjómannadag, sum verður leygardagin. Hann fegnast um allan tann stuðul, sum tiltakið hevur fingið og framvegis fær, bæði í nærumhvørvinum og frá Tórshavnar kommunu

SJÓMANNADAGUR

- Eg vil siga tað soleiðis, at Klaksvíkar kommuna og fleiri reiðaríir hava stuðlað okkum óføra væl. Tey hava verið gull verd fyri okkum. Tórshavnar kommuna hevur eisini verið sera beinasom við at læna okkum eitt nú tjøld og pallar – uttan at taka nakað afturfyri.
Karl Birgir sigur, at Føroya Sjómannadagur seinnu árini hevur havt eitt frálíka gott samstarv við borgarstjóra og varaborgarstjóra í Tórshavnar kommunu.
- Vit hava eisini eitt gott samstarv við ítróttarfeløgini, har vit lata tey sleppa ókeypis inn á økið við matsølu og øðrum – og síðan hjálpa tey okkum aftur fyri við ymiskum uppgávum, sum dagurin krevur.
Eik Banki er høvuðsstuðul hjá Føroya Sjómannadegi.
- Okkurt árið hava útreiðslurnar táttað í miljónina, og tá dagurin ongar inntøkur hevur í sær sjálvum, tí tiltøkini eru ókeypis, er neyðugt við sponsorum.
Karl Birgir Isaksen sigur, at okkurt ár hevur Føroya Sjómannadagur givið hall, men roynt hevur verið at átt nakrar krónur á bók, soleiðis at nevndin hevur klárað at dekkað hallið.
- So leingi, sum vit kenna, at vit hava uppbakning frá sjófólki, fara vit at royna at halda fram. Vit eru 10 í nevndini, og alt arbeiði verður gjørt ólønt. Tað tekur einar 3-4 vikur at fáa alt upp á pláss, áðrenn tiltakið kann fara av bakkastokki, sigur Karl Birgir Isaksen.