Alt krútið verður skotið av um somu tíð

Seinnapartin verður punktum sett fyri fyrsta triðingin av ársins landskapping

Higartil í ár hevur tað næstan verið undantakið, at allir fimm dystirnir í einum umfari hava verið spældir sunnudag klokkan 15.

Í dag er níggjunda umfar á skrá, og seinnapartin fer bólturin á rull í øllum fimm dystunum klokkan 15. Klokkan nakrar minuttir í fimm seinnapartin verður tað greitt, hvussu støðan verður eftir fyrsta triðingin av ársins landskapping.

 

Í stríðnum um oddasessin eiga tvey tey fremstu heimavøll.

Oddaliðið KÍ fær vitjan av grannunum og meistarunum í Víkingi. Hetta er bara triðja ferðin í ár, at KÍ eigur heimavøll.

HB hevur sama stigatal sum KÍ, og tað er møguleiki fyri, at HB kann seinnapartin kann taka oddasessin. Í dag eigur HB heimavøll í grannauppgerð ímóti AB.

 

Felags fyri NSÍ og B36 er, at tey hava sekstan stig og eru trý stig frá tveimum teimum fremstu. NSÍ fær seinnapartin vitjan av B36.

 

07 Vestur hevur higartil bara vunnið eitt stig. Tað eru fýra stig fram til áttanda plássið. Í dag skal 07 Vestur spæla á útivølli ímóti Skála, sum er á sjeynda plássi.

 

Suðringar eru næstniðast. Sigur í steypakappingini ímóti KÍ á heimavølli og málleysur javnleikur í Sarpugerði síðsta sunnudag hava av álvara sett mót í Suðringar, sum í dag eiga heimavøll ímóti EB/Streymi. Eisini hjá EB/Streymi endaði tað málleyst fyri einari viku síðani. Tað var á heimavølli ímóti Skála.

 

KÍ – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 15.00

NSÍ – B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00

Skála – 07 Vestur: Petur Reinert kl. 15.00

HB – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

Suðringar – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

Støðan undan níggjunda umfari

861115619
HB861113619
NSÍ851216716
B36851215916
Víkingur842212814
EB/Streymur82429810
Skála8224578
AB81255125
Suðroyingar81162124
07 Vestur80176221