Altingskvinnur framførdu Ginusøgur

1. mars stóð nógv umrøddi leikurin Ginusøgur ovast á leikskránni í Borgarleikhúsinum í Reykjavík. Øll 500 atgongumerkini vórðu rivin vekk, og fagnaðurin var so hjartaligur, at láturin rungaði um jøklarnar. At leikararnar ikki vóru vanligir sjónleikarar, men fólkavaldu kvinnurnar, sum vanliga framføra í Altinginum, gjørdi ikki framførsluna minni áhugaverda og stuttliga.


V-dagur
Endamálið við framførsluni var at savna pening til tiltakið V-dagurin, sum V-bólkurin skipar fyri á hvørjum ári. Hetta er felagsskapur, sum ger herferðir ímóti neyðtøku og harðskapi móti kvinnum. Allar altingskvinnurnar játtaðu at stuðla tiltakinum, við at framføra leikin Ginusøgur í Borgarleikhúsinum í Reykjavík
 
Vit hava prátað við Siv Friðleifsdottir um, hvussu tað var at framføra leikin, og sigur hon, at hetta hevur verið nakað av tí stuttligasta og mest læruríka, sum hon hevur upplivað sum politikari. Hon leggur samstundis dent á, at endamálið sjálvsagt var at savna pening inn til herferðirnar hjá V-bólkinum, og um týdningin av slíkum herferðum greiðir hon soleiðis frá:
- Tað var soleiðis, at tað eina vikuskiftið í august 2003, í sambandi við hátíðarhaldið "verslunarmannahelgina", vórðu 21 neyðtøkur meldaðar til løgregluna. Seinastu "verslunarmannahelgina" hevði V-bólkurin skipað fyri stórari herferð móti neyðtøkum, og tá varð eingin neyðtøka meldað til løgregluna. So, teirra arbeiðið hevur fyri vist týdning og ávirkan.
 
Hvussu kom tað í lag, at tit skuldu spæla Ginusøgur?
- Tá Eve Ensler, sum gjørdi leikin Vaginal monologes, var her í fjør, hitti hon eitt kvinnuumboð fyri hvønn flokk. Hon helt, at tær vóru so ágrýtnar í arbeiðinum móti neyðtøkum og harðskapi móti kvinnum, at hon skeyt upp at fáa kvinnurnar í Altinginum at framføra Pikusøgur, sum tær eita á íslendskum. Síðani arbeiddi V-bólkurin víðari við verkætlanini.
 
Hví altingskvinnur?
- Tað vakti sjálvsagt miklan ans, at vit knappliga skuldu spæla sjónleik, men øll hildu tað vera so spennandi. Vit, sum eru limir í altinginum, eru samd um, at vit ikki góðtaka neyðtøkur og harðskap, og tí var tað upplagt, at vit bjóðaðu okkum til at hjálpa at savna pening inn, og soleiðis stuðla herferðini hjá V-bólkinum, móti harðskapi og neyðtøkum.
 
Hvussu skipaðu tit venjingar og líknandi?
- Vit fingu handritið til Pikusøgur, sum Ingunn Ásdísardóttir hevði týtt til íslendskt. Síðan hittu vit V-bólkin og sóu eitt nú ein film um Vaginal Monologes, sum leikurin eitur á enskum. Maria Ellingsen, sum er sjónleikari, leikstjóri og hálvur føroyingur, vandi við okkum í bólkum, og vit vandu eisini heima. Í hesum sambandið kann nevnast, at vit mangan stuttleikaðu okkum, tá Maria greiddi frá um móttøkuna av Ginusøgum í Føroyum. Ná, men dagin fyri framførsluna vandu vit allar í fýra tímar í Borgarleikhúsið, og sama dag sum framførslan skuldi vera, høvdu vit frumframførslu.
Á V-degnum tann 1. mars kl. 20, framførdu vit so leikin í stóra salinum í Borgarleikhúsinum. Salurin var stúgvandi fullur, og 500 fólk høvdu goldið 2000 ísl.kr fyri atgongumerkini. Sostatt fekk V-bólkurin í minsta lagi 1 millión isl.kr. í kassan. Áskoðararnir vórðu eisini bidnir um at geva pening úti í forhøllini, aftaná framførsluna.
 
Hvussu gekk framførslan?
- Teir 63 altingsmennirnir vóru bodnir til framførsluna, og eisini íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, og kona hansara, Dorrit. Øll onnur keyptu atgongumerki.
Og tað bleiv ein fantastisk móttøka! Hetta er fyrstu ferð í heimssøguni, at kvinnuligir parlamentarikarar stilla upp til Ginusøgur. Tað er ongantíð hent fyrr. Salurin var á tremur og lagið var framúr gott. Í tí partinum av leikinum, sum er syrgiligur, kundi ein hoyra eina nál detta á gólv, og aftaná segði onkur, at tey táraðu í tí syrgiliga partinum.
Hinir partarnir, monologarnir, vóru ómetaliga stuttligir. Tá var láturin so nógvur, at vit noyddust í heilum at steðga á, sum vit flentu. Í partinum har vit tiva ella stuna, kókaði salurin yvir. Tað er ikki hvønn dag vit síggja politikarar kasta allar hemningar í einum so inniligum leikluti. Men vit góvu okkum fyri sakina og tivaðu og stunaðu á allar hugsandi hættir: varisliga, vilt og fúlt. Fantastiskt. Og av tí at móttøkan var so mikil og hjartalig, gav tað okkum eisini dirvi til at leggja alla megi í, og at tulka handritið til fulnar.
 
Hvussu bleiv framførslan móttikin av áskoðarum, miðlum og mannligum politikarum? - Framførslan varð sera væl móttikin. Lógvabrestirnir vildu ongan enda taka. Nógv meira enn vit høvdu væntað.
Okkurt hendi hetta kvøldið. Tað var ein so innilig uppliving, sum eg haldi, at øll, sum vóru hjástødd, kendu. Tá vit komu út í forhøllina aftaná, komu fólk, sum vit als ikki kenna, yvir og mussaðu okkum takk fyri. Tað var so positivt.
Og fjølmiðlarnir søgdu, at vit slógu ígjøgnum og í Morgunblaðnum stóð: "Þingkonur slógu í gegn í Píkusögum. Alþingiskonur fluttu leikritið Píkusögur eftir Eve Ensler í Borgarleikhúsinu á V-deginum í gær. V-dagssamtökin voru stofnuð árð 2002 á Íslandi og hafa lagt áherslu á að vinna gegn nauðgunum. María Ellingsen leikstýrði verkinu í gær og var fjáröflun að lokinni sýningu þar sem tekið var við frjálsum framlögum. Flytjendur vöktu mikinn fögnuð í salnum og þóttu sýna ótvíræða leikhæfileika."
Nógvir mannligir politikarar vóru til framførsluna, og nakrir av teimum (umboð fyri hvønn flokk) fingu til uppgávu at reisa seg upp til endans í framførsluni, og siga nakrar setningar og svara spurningum. Eitt nú: Hvussu hevði heimurin verið fyri kvinnur, um eingin harðskapur var? Og teir svaraðu til dømis, at so kundu kvinnurnar sovið tryggar, ella at tær kundu notið kynslívið. Dagin eftir framførsluna takkaðu teir fyri framførsluna og søgdu, at hon var sera góð. Eg haldi, at teir síggja okkum kvinnur við øðrum eygum nú aftaná. Eg haldi, at teir fingu eyguni upp fyri pørtum av kvinnuheiminum, sum teir ikki høvdu hugsað um áður.