Sendiharravitjan
Herfyri vitjaðu ikki færri enn 20 sendiharrar í Danmark í Føroyum. Millum teirra var eisini suðurafrikanski sendiharrin, Stephen P Gawe. Sendiharrin vitjaði kring landið og hevði høvi at hitta mong fólk. Hann var so eisini áhugaður at vitja eina føroyska ávís. Sosialurin, sum eitt nú gjørdi nógv burtur úr stríðnum hjá ANC at vinna teimum svørtu frælsi og javnrættindi, lat dyrnar upp fyri sendiharranum, sum eisini fekk innlit í, hvussu eitt blaðhús í einum landi við bert 48.000 íbúgvum megnar at fáa blað út fimm dagar um vikuna.
Hann er siðiligur og róligur maður. Høviskur og vinsælur. Hetta er fyrsta vitjan hansara í Føroyum. Neyvan hevði vitjanin verið komin í lag, um hann ikki fekk høvi at vera saman við so mongum øðrum sendiharrum. ?Suðurafrika hevur lítið og einki samstarv við Føroyar, so neyvan hevði eg farið til Føroya einsamallur, men nú tá skipað varð fyri eini ferð við nógvum sendiharrin var hetta eitt gott høvi at leggja leiðina til henda partin av danska ríkinum.
Stephen Gawe ger líltan háva burtur úr sær sjálvum. Er sera óhátíðarligur, tá hann greiðir frá sínum lívi og sínum núverandi arbeiði sum suðurafrikanskur sendiharri í Danmark. Av tí at tað tí er avmarkað við umsiting á eini sendistovu sum tí suðurafrikonsku, hevur hann nógv um at vera sammett við tær stóru sendistovurnar. -Sum sendiharri er tú noyddur til at taka tær av nógvum ymsum samfelagsligum málum og uppgávum, umframt at tú eisini skal reka sjálva sendistovuna, og tað merkir eisini slík gerandis viðurskifti sum at tryggja, at passini hjá fólki eru í lagi.
Hann er miðskeiðis í síni 4 ára periodu sum sendiharri í Danmark.
Áhugavert er at hoyra Stephen Gawe greiða frá síni fortíð, bæði sum ANC limur og sum tænastumaður í uttanríkistænastuni. Hann hevur verið partur av stríðnum hjá svørtu suðurafrikanarunum at sleppa av við hvíta apartheidstýrið.
Í fongsul
Miðskeiðis í 60 árunum varð hann settur fastur og sat í fongsli í eitt ár saman við starvsbrøðrum. Hann var dømdur fyri at vera limur í ANC. ?Eg sat bert í fangatippi í eitt ár sigur hann lágmæltur og sipar her til, at tey flestu svørtu fingu sera stranga fongsulsrevsing, so eitt ár metir hann næstan sum at vera náðaður, tá man hugsar um, at onnur fingu upp í 28 ára fongsul.
Tá Stephen varð handtikin las hann enskt og politiska vísind. Ætlanin var eisini at lesa løgfrøði. Men sum støðan var í landinum og soleiðis sum rættarskipanin tá var skipað og handhevað var tað høpisleyst at lesa løgfrøði. Hon var ein farsa, sum hann málber seg. Í vanligum kriminalsakum var tað bara dømandi myndugleikin sum sat inni við prógvum. Men í politiskum sakum lá próvførslan altíð hjá tí ákærda. Tá var tað hann, sum skuldi prógva, at hann var ósekur, og tí sá Stephen, at tað at fara inn í løgfrøðina og specialisera seg í politiskum sakum, hvat hann hevði bestan hugin til, var nyttuleyst undir táverandi fortreytum.
Tá støðan hjá teimum littu í Suðurafrika bara versnaði gjørdi Stephen eins og túsundtals av hansara landsmonnum av at fara av landinum. Hann fór til Bretlands, har hann var í útlegd í 24 ár. Hesa tíðina arbeiddi hann eisini fyri ANC, felagsskapin hjá meirilutanum av teimum littu í Suðurafrika. Frá 1991 til mai 1994 var hann høvuðsumboð fyri ANC í Italia.
Alt hetta broyttist eftir, at Nelson Mandela varð leyslatin og fyrsta frælsa valið varð í august í 1994. Tá fór Stephen at arbeiða hjá suðurafrikonsku uttanríkistænastuni. Hann var eitt skifti leiðari á deildini har fyri upplæring og venjing.
Undir stríðnum at vinna á apartheidstýrinum høvdu Norðurlond ein sera virkan leiklut. Hetta var eisini orsøkin til, at stórur dentur varð lagdur á at fáa góða manning á sendistovunum í Norðurlondum. Stephen Gawe hevði tænt sínum landi og sakini hjá teimum svørtu so mikið væl, at honum fall í lut at skula røkja sendiharrasessin í Noregi. Tann sessin røkti hann í fýra ár.
Nú kom so túrurin til grannalandið Danmark, har hann hevur verið sendiharri í góð tvey ár.
Fingu stóra hjálp
Stephen Gawe dámar best at hyggja frameftir men hevur einki ímóti at hyggja aftur á tíðina, tá so mong stríddust saman við ANC fyri at vinna á apartheidstýrinum.
-Men hvussu týðandi var hjálpin tit fingu frá øðrum londum, bólkum og einstaklingum í stríðnum móti apartheid?
-Hon var altavgerandi. Vit plaga at siga, at grundarsteinarnir í stríðnum móti apartheid innihildu eisini altjóða solidaritetin. Tað var ikki minst týdningarmkikið at gera hvíta suðurafrikanska stýrið veikari við framhaldandi boykotti. Men tað var eisini við at styrkja kreftirnar, sum vóru ímóti stýrinum og her serliga ANC.
Stephen Gawe sigur, at stuðulin frá norðurlondum var serstakliga týðandi. Hesi londini vóru millum tey fremstu støðugt at stuðla stríðnum hjá eitt nú ANC móti hvíta apartheidstýrinum.
-At stjórnir hava stuðlað okkum hevur havt nógv at siga. Men tað er serliga smærri bólkum og einstaklingum fyri at takka, at tað eydnaðist at sleppa av við apartheid. Hesi vóru hvør í sær við til at leggja so stórt samlað trýst á stjórnina, at hon kendi seg noydda at broyta politikkin.
Stephen Gawa ynskir eisini at brúka høvið, nú hann vitjar Føroyar fyri fyrstu ferð, at takka fyri tann stuðulin, sum varð veittur í stríðnum móti apartheid. Her m.a. teimum fakfeløgum, felagssskapum, einstaklingum og politiskum flokkum á tingi, sum stuðlaðu stríðnum herundir boykott av apartheidsstýrinum.
Men hvussu hevur hann so sjálvur upplivað stríðið móti apartheid?
-Eg havi ikki talað ímóti apartheid eina og aleina tí eg vildi hava broytingar. Eg gjørdi og geri tað eisini, tí eg kenni hetta sum náttúrligt og moralsk rætt krav at seta sær sjálvum. Um ein stórur og sterkujr tyrannur kúgar meg, so veit eg, at eg havi ikki styrkina at berjast ímóti honum. Men eg føli, at tað hvílir ein ábyrgd á mær sum sigur, at tað tyrannurin ger er skeivt, og at hann eigur ikki at gera tað. Mótið til at siga einum tyranni ímóti er í sær sjálvum ein týðandi partur av stríðnum og einum ærligum lívi. Eg eins og onnur høvdu ilt við at trúgva eftir so langa tíð, at broytingarnar fóru at koma, men tá tær komu var eg fegin um at hava givið mítt lítla íkast til tað. Eg visti bara ikki tá, at vit smáu menn og kvinnur, heima og burturi, vóru við til at flyta tann stóra steinin. Hann var ov stórur fyri nøkur av okkum einsamøllum, men saman megnaðu vit at flyta hann.
Stór framstig
-Tit skulu skjótt hátíðarhalda fyrstu 10 árini fyri einum frælsum Suðurafrika. Hevur frælsið gagnað svarta Suðurafrika?
-So nógv er hent síðani fyrsta frælsa valið, at fóllk eru kanska eisini farin at gloyma, at tað vóru ringar tíðir fyrr. Fyrst og fremst hevur tað eydnast at venda búskaparligu gongdini, einum búskapi, sum fyrr var merktur av sera høgari inflatión og um somu tíð eini sera høgari skuld. Nú hevur tað eydnast at minka skuldina nógv og inflatiónin fer at vera undir 6%.
-Men vit hoyra, at kriminaliteturin er nógv vaksin og er størri nú enn hann var undir hvíta stýrinum?
-Eg trúgvi ikki tað er rætt, at tað er meira kriminalitetur nú enn fyrr. Tað hevur verið nógvur kriminalitetur fyrr sum nú. At hann vaks eftir broytingina í 94 kemst av, at stýrið manglaði eitt haldgott lógargrundarlag at byggja sína framtíð á. Í dag er tað kanska ikki júst orsøkin til minkingina í kriminalitetinum, men meira tann sannroynd, at løgreglan er vorðin betur og betur til at avdúka kriminellar bandar.
-Hvat var størsta hendingin fyri tykkum, tá tit sluppu av við apartheid?
-Í dag hevur fólkið valdið í sínum hondum og har valdið at hava ávirkan á sína lagnu. Alt tekur tíð eitt nú hevur gingið seint við at geva fólki jørðina aftur, sum var tikið frá teimum ólógliga. Tað hendir nú. Stjórnin arbeiðir fyri fólkið.
-Hvussu gongur at vera eitt fólk, hvít og svørt?
-Tað hendur men spakuliga. Men fleiri og fleiri, bæði svørt og hvít, eru greið yvir, at hetta krevur, at allir suðurafrikanarar gera sítt at byggja eitt nýtt Suðurafrika.
-Hvussu týdningarmikil hevur politikkurin at mynda framtíðina við at fyrigeva fortíðina verið?
-Eg haldi, at prógvini, sum hava verið latin sannleika- og sáttarnevndini, hava hjálpt uppá fleiri mátar. Ein er, at tað hevur verið við til at leggja fram alment, hvat er hent. Tað hevur hjálpt fólki at stíga fram og viðganga viðurskifti.
-Framtíðin?
-Eg haldi hon sær bjørt út. Eg nevndi búskapin. Men meira týdningarmikið eru broytingarnar í suðurafrikonsku skipanunum, at fólkið sjálvt vil hesar broytingar og ger sítt til at fremja tær eitt nú innan undirvísingarverkið. Tað er meira málrættað til at menna eitt nýtt Suðurafrika og suðurafrikanarar.