Altjóða flogvøllur øllum føroyingum at gagni

Tá talað verður um ein altjóða flogvøll í Føroyum, hava vit lyndi til at gloyma, at ein slíkur fer at vera øllum føroyingum at gagni.

Eins og allar aðrar tjóðir hava vit brúk fyri samskifti við onnur. Hetta høvdu fólk eisini í steinøldini, og frá fyrsta degi, forfedrar okkara settu seg niður her, hevur fortreytin fyri at liva her verið, at tað bar til at flyta inn vørur, sum vóru neyðugar til lívsins uppihald, og fyri at gjalda tær, máttu vit flyta út nakað av tí, sum vit kundu framleiða. Til henda flutning vórðu fyrst stórir bátar nýttir. Síðan komu skip við dekki og nógvum seglum, og nú kundu nakrir fáir menn føra stóran farm millum lond. Hetta gav fleiri fólkum lívsmøguleikar her á landi. So hvørt samskiftistólini eru batnaði, eru okkara kor vorðin lættari, og tað hevur ongantíð verið so skilligt sum í dag, har vit kunnu samskifta við allan heimin við okkara teldum.

 

Men hví kann ein altjóða flogvøllur gera nakran mun?

 

Ein slíkur flogvøllur er millum 2 og 3 kilometrar langur, og tað vil siga, at flogfør av øllum sløgum kunnu seta seg niður á honum. Við teimum nýggju tólum, sum nú eru framkomin, ber til at vaksa munandi um møguleikarnar hjá flogførum at seta seg niður og koma upp aftur í mjørka og myrkri. Váðin av at senda flogfør til Føroya verður tí minni, og prísirnir fyri at nýta flogleiðirnar fer at minka. Vit fáa tí lægri flutningsprísir so hvørt sum flogferðslan verður meir álítandi.

 

Hetta koma øll tey, sum kundu hugsað sær at fingið eitthvørt virki sett á stovn í Føroyum, at fáa fyrimun av, eins og verandi virki gerast betri kappingarfør.

 

Hetta er galdandi fyri allar Føroyar uttan mun til hvar ið flogvøllurin er. Sjálvt um flogvøllurin ikki verður í Suðurstreymoy, fara virkismøguleikarnir í hesum parti av landinum at batna av tí at vit fáa flogvøllin. Sama er galdandi fyri bygdirnar í Suðuroynni, Norðuroyggjum, Sandoynni, Eysturoynni og sjálvsagt eisini fyri tær í Vágoynni, sjálvt um altjóða flogvøllurin ikki verður í teirra grannalagi. Vit vera øll vinnarar av at taka ta røttu avgerðina.

 

Tað, sum um ræður, er at taka stigið og fara undir at gera flogvøllin.

 

Men hava vit ráð til tað?

 

Tá kostnaðurin verður settur upp, og alt verður tikið við, gerast upphæddirnar fyri bygging rættiliga stórar. Men tað er ein spurningur, um tað er neyðugt at gera alla íløguna beinanvegin. Tað er helst skilagott at gera ætlanina og jørðarbeiðið fyrst, tí tá stórar grótmongdir skulu flytast, verður kostnaðurin minni fyri hvørja eind, meir verður gjørt í einum. Men nógv annað kann bíða, um so er, at ráð ikki eru í fyrstu syftu. Er flogvøllurin komin, fara vit at fáa fyrimunirnar av honum og teir verða alstórir. Tí kunnu vit beinanvegin fáa gongd á okkara vinnulív og fleiri fólk at búsetast í landinum, og tá fer at liggja betri fyri at halda fram við útbyggingini, so hvørt tørvur verður á.