Altjóða samfelagið fordømir morðið í Pakistan

Politiskir leiðarar um allan heim fordøma morðið á pakistanska andstøðupolitikaran Benazir Bhutto Morðið á pakistanska andstøðuleiðaran og fyrrverandi forsætisráðharran Benazir Bhutto hevur elvt til vreiði víða um heimin.

Amerikanski forsetin, George W. Bush, sigur seg harmast drápið í Rawalpindi, og hann bað pakistonsku stjórnina halda tjóðartingsvalið tann 8. januar sum ætlað til heiðurs fyri Benazir Bhutto og stríð hennara fyri demokratii.

Í London segði Gordon Brown, forsætisráðharri, at yvirgangsmenn eiga ikki at sleppa at oyðileggja demokratiið í Pakistan. Eisini hann bað Pakistan halda tað ætlaða valið.

Russland heitti seinnapartin á pakistonsku myndugleikarnar og bað teir endurskipa trygdina, tí annars er vandi fyri, at drápið í dag kann fáa álavarssamar avleiðingar, segði uttanríkisráðið í Moskva.

Danska stjórnin stúrir eisini fyri møguligum avleiðingum av drápinum, sigur Per Stig Møller, uttanríkisráðharri.