Altjóða Føroyar - hvar liggur semjan millum flokkarnar

Tjóðveldi skipar fyri einum tvørpolitiskum tiltaki í Smæruni kl 19.30-21.30 í kvøld. Tiltakið verður eisini stroymt. Fylgið við á facebooksíðu floksins. 

Tveir løgfrøðingar á Setrinum, Bárður Larsen og Kristian Joensen, skrivaðu herfyri eina tíðargrein, Ríkisfelagskapurin (sokallaði) 2.0. 

 

Við tíðargreinini tóku teir forsætisráðharran, Mette Fredriksen uppá orðið, tá hon í setanarrøðu síni í oktonber segði hesi orð: ,, Men så længe vi har et rigsfællesskab. Og det håber jeg personligt, vi har i mange år endnu. Så skal det være et ligeværdigt samarbejde mellem tre lande, tre folk, tre regeringer"

 

Tíðargreinin (sum kann lesast niðanfyri) er ein skitsa til eitt lógaruppskot til § Lóg um sjálvræði Føroya við tí endamáli at fremja eitt hægri stig av javnrætti.

 

8 ásetingar - hvar liggur semjan?

 

Í kvøld spyrja vit forfólkini í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Framsókn og Tjóðveldi hvar flokkarnir kunnu finna eina semju útfrá teimum átta ásetingunum.

 

1. Grundfesta skipanina

 

2. Lóggávu - og sáttmálaveto

 

3. Gera altjóða sáttmálar og fáa limaskap í altjóða   felagskapum í egnum navni.

 

4. Javnrætt í tulking

 

5. Egið dømandi vald

 

6. Gerðarrættarskipan

 

7. Einvegis rættur at skipa egið ríki

 

8. Avtøka av fólkatingsumboðanini

 

##med2##

 

Skráin í kvøld

 

19.30 - Vælkomin

 

19.35 - Kristian Joensen greiðir frá teimum átta ásetingunum.

 

20.05 - Steðgur (kaffi og kaka verður at fáa)

 

20.20 - Pallborðsorðaskifti - Hvar liggur semjan? Forfólkini í fimm politiskum flokkum kjakast. 

 

21.30 - Liðugt

 

Øll eru hjartaliga vælkomin í Smæruna. Tað eru pláss til 150 fólk, og vit heita á fólk um at møta rættstundis. 

 

Ber ikki til at koma til tiltakið, so ber til at fylgja við stroyming. Tiltakið verður stroymt á youtube. Leinkjuna finnur tú á facebooksíðu floksins. 

 

 

 

Tjóðveldi

 

- Vit gleða okkum til eitt konstruktivt og framskygt kjak

 

Her kanst tú lesa tíðargreinina hjá Bárði Larsen og Kristiani Joensen

 

https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/rikisfelagsskapurin-sokalladi-20