Altjóða veddingarfyritøkur hava Maccabi Haifa sum risa favoritt

10 altjóða veddingarfyritøkur hava sera lág odds uppá heimasigur til Maccabi Haifa móti HB hóskvøldið

Hóskvøldið klokkan 18 verður fyrri dysturin í Europa Challenge League uppgerðini millum Maccabi Haifa og HB leiktur í Ísrael. Talan er um eina uppgerð í triðja undanumfarinum. Returdystur verður á Tórsvølli hóskvøldið 12. august.

 

Samlaði vinnarin av uppgerðini fer víðari til Play Off umfarið, ið er seinasta umfarið undan sjálvum bólkaspælinum.

 

Hóast flotta samlaða 6-0 sigurin hjá HB á Budocnost Podgorica úr Montenegro í øðrum undanumfarinum, so eru altjóða veddingarfyritøkur ivaleysar í, at Maccabi Haifa er risa favorittur til at vinna á HB hóskvøldið.

 

Oddsini hjá 10 altjóða veddingarfyritøkum uppá heimasigur til Maccabi Haifa liggja millum 1,12 og 1,18.

 

Oddsini hjá somu veddingarfyritøkunum uppá útisigur til HB liggja millum 16,17 og 21,0.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 4,36 og 7,75.

 

Veddingarfyritøkur: Maccabi Haifa-HB  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
10Bet   1.12 7.75 17.00
1xBet   1.13 7.70 21.00
Betsafe   1.12 7.50 21.00
Betsson   1.12 7.50 21.00
BetVictor   1.13 6.50 15.00
BetWay   1.15 7.00 15.00
ComeOn   1.12 7.75 17.00
Interwetten   1.15 7.00 18.00
Pinnacle   1.12 6.52 16.17
SBOBET  1.184.3616.84
Gjøgnumsnitsodds1.136.9617.80