EM: Italia sendi Noreg út í myrkrið

Noreg brendi brotsspark

Dreymurin hjá norska kvinnulandsliðnum at røkka EM-hálvfinaluni brast í Genéve í Sveis.

 

Italia vann 2-1 á Noregi. Stóra hetjan hjá Italia var álopsveteranurin hjá Juventus, Cristiana Girelli, ið skoraði bæði málini. Sigursmálið skoraði hon í 90. minutti.

 

Ada Hegerberg sum skoraði málið hjá Noregi, kundi eisini havt skotið tvey mál í dystinum. Hon brendi brotssparkið Noreg fekk í seinna hálvleiki.

 

Í kvøld klokkan 20 spæla Svøríki og Ongland fjórðingsfinalu í Zürich. Vinnarin møtir Italia í hálvfinaluni.

 

Noreg-Italia 1-2 (0-0)

 

0-1 Cristiana Girelli (50.)

 

1-1 Ada Hegerberg (66.)

 

1-2 Cristiana Girelli (90.)