Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður og fyrrverandi løgmaður. Hann situr sjálvur í koyristóli, eftir at hann fekk diagnossuna CIDP, sum er ein auto immunur tilstandur.
– Øll og eg meini øll sum sita í koyristóli altíð ella styttri tíðarskeið, skulu fáa tað lættari.
Vit arbeiða fram ímóti, at vit í Føroyum gerast millum heimsins vinaligastu koyristólsbrúkara lond, og allir føroyngar í koyristóli skulu kenna og vita, at tað er so. Takk til Megd og Javna, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook í morgun.
Hann greiddi frá sjúkuni í Sosialinum 23. august í fjør:
– Eg hevði ein skaða í rygginum frá fótbóltinum, sum hevur vitjað aftur av og á. Til endans var tað blivið so keðiligt, at eg lat meg skurðviðgera. Tveir diskar trýstu og ávirkaðu nervar niður í beinið, segði hann við Sosialin.
Skurðviðgrðin eydnaðist væl, men hann hevur í dag skerdan førleika.
##med2##
– Eg havi onga pínu. Men eg gangi ólmindiliga illa. Eg havi tað man kann kalla skerdan førleika. Tað kalla tey fakkønu tað í øllum førum, segði Kaj Leo Holm Johannesen við Sosialin í fjør.
Tað hevur við sær, at hann stríðist við at standa uppreistur, og trappur klárar hann illa.
– Hevði onkur fyri trimum árum síðani sagt mær, at eg skuldi nærkast einum rullistóli, so veit eg, hvat eg hevði sagt tá. Men tað sigi eg ikki í dag. Tíbetur er hetta ikki lívshóttandi, segði hann.
Hann heldur, at upprunin til sjúkuna er ryggskaðin, sum er komin frá hansara tíð sum málmaður í fótbólti.
– Eg byrjaði at kasta meg sum 7 ára gamal. Tá var tað grúsvøllur, so eg bløddi til næstan hvørja venjing. Tað var hart fyri likamið, og tað betalir man so ein prís fyri í dag. Men eg hevði ikki viljað verið ta gleðina og tann kammeratskapin frá fótbóltinum fyri uttan, segði hann tá.
Á Facebook skrivar hann, at tá tú ert komin í koyristól, so kann tú líka so væl gera tað soleiðis, at tú ikki bert verður góður men sera góður at brúka ein koyristól.
Eftir ólavsøku fer so fyrrverandi løgmaður at kalla saman allar koyrstólsbrúkarar til at stovna eitt áhugafelag.