AME hevur fingið nýtt búmerki

Atlantic Music Event hevur skipað fyri kapping, har sóknast varð eftir einum búmerkið, ið kundi vera við til at geva tiltakinum ein nýggjan samleika. Hósdagin var kunngjørt, at miðlagrafikarin Bárður Kruse hevði vunnið kappingina.

Atlantic Music Event, stytt AME, er eitt norðurlendskt sýnisgluggatiltak, har endamálið er at kunna um norðurlendskan rútmiskan tónleik við eitt nú at skipa fyri nøkrum góðum føroysk og norðurlendskum konsertum og framsýningum á høgum støði. Í samstarvi við Vinnuvitan og Expert skipaði AME fyri eini búmerkjakapping. Altjóða tiltakið sóknaðist ein nýggjan samleika, og nýggja búmerkið skal vera partur av hesum. Vinnarin gjørdist Bárður Kruse, ið er grafikari og dagliga starvast hjá Føroyaprent.

22 uppskot
Nýggja búmerkið, sum skuldi finnast til tiltakið, skal nýtast til samskifti og lýsingartilfar, og tí skuldi tað á onkran hátt lýsa endamálið og uppgávurnar hjá AME. 22 uppskot komu inn til kappingina. Luttakaraskarin var breiður. Inn komu uppskot frá bæði børnum og professionellum grafikarum. Í dómsnevndini, ið skuldi finna trý tey bestu búmerkini, sótu Niels Arge Galan, kreativur leiðari á Reproz, Amariel Norðoy, listarmaður, Sverri Heinesen, sniðgevi, Ingibjørg Jacobsen, kreativur samskipari og Fróði Vestergaard, samskipari fyri AME.

Trendy og modernað
Vinnarin Báður Kruse er miðlagrafikari og vevstjóri hjá Føroyaprent. Hansara búmerki ímyndar ein plektara, sum verður nýttur til gittarspæl, og navnið AME er teknað sum ein ljóðalda. Hetta uppskotið, vóru dómarnir samdir um, var tað besta búmerkið, ið luttók í kappingini. Dómsnevndin hevði eitt nú hetta at siga um vinnaran: Vinnarauppskotið er modernað, og vísir AME sum eitt nútíðar og framsøkið tiltak. Uppskotið er trendy, altjóða og dynamiskt. Eisini varð sagt, at búmerkið hevði eitt einfalt snið, greiðan boðskap, góðan stíl, sterkan grafikk og kann nýtast í øllum litum.

Nýtt myndatól
Umframt heiðurin av at gerast nummar eitt, og at hansara búmerkið møguliga verður brúkt í nýggja samleikanum hjá AME, fekk vinnarin eisini eitt nýtt myndatól frá Expert í SMS og tvey atgongumerkir til AME 2007, sum verður í Norðurlandahúsinum 13. og 14. apríl.
Nummar tvey í kappingini gjørdist enn eitt starvsfólk hjá Føroyprent. Tað var Rói Winthereig, sum er miðlagrafikaralærlingur í fyritøkuni. Triðja plássið fekk Leivur Nygaard, sum rekur lýsingarfyritøkuna Lýsing á Tvøroyri. Hesir báðir fáa eisini vinningar frá Expert og atgongumerkir til stóra tiltakið í Norðurlandahúsinum eftir páskir.



Um Atlantic Music Event
AME vil á konsertum í Føroyum og uttandlands skapa umstøður hjá tónleikarum og fyriskiparum at vísa, hvat føroyingar og norðurlendingar hava at bjóða umheiminum á tónlistaøkinum. Endamálið er sostatt at skapa enn størri áhuga fyri føroyskum og norðurlendskum tónleiki í Føroyum og uttanlands. Hetta kann viðføra økta sølu og meira fokus ánorðurlendskan tónleik. Tað eru Norðurlandahúsið, Menningarstovan og onnur, ið skipa fyri tiltøkunum, sum vera í ymiskum londum kring heimin. Fyrsta AME-tiltakið verður 31. mars í NASA í Reykjavík. Í apríl verður eitt AME í Norðurlandahúsinum, og í september verður enn eitt tiltak í Vega í Keypmannahavn, eisini verður arbeitt við einum AME tiltakið í London.