Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
– Hetta er fullkomiliga væntandi og hendir millum annað, tí at betri tamarhald er á inflatiónini, sigur høvuðsbúskaparfrøðingurin í Arbejdernes Landsbank, Jeppe Juul Borre.
– Sum væntað av úrslitinum av forsetavalinum í USA, so er áhugin fyri rentulækkingum ikki minkaður, og tí lækkar rentan í dag. Tey halda sostatt fram við rentulækkingunum, sum tey byrjaðu í september.
Tá amerikanski miðbankin hækkar ella lækkar rentuna, fylgir evropeiski miðbankin, ECB, ofta eftir. Seinast ECB lækkaði rentuna, var tað eisini við 0,25 prosentstigum. Danmarks Danski Tjóðbankin fylgdi síðani við.