Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur torføran útidyst móti Ukraini í EM-undanbólki 6 komandi sunnudag klokkan 13.
Í kvøld tóku Niðurlond móti Ukraina á heimavølli. Aftaná ein sera javnan dyst eydnaðist tað Niðurlondum at vinna ein tepran 40-39 sigur í einum sera teprum sigri, Í steðginum var Ukraina á odda 20-19.
Niðurlond høvdu eina greiða favorittstøðu, men Ukraina gav teimum ein skarpan gang.
Sostatt hava Føroyar og Niðurlond tvey stig hvør, meðan Ukraina og Kosovo einki stig hava.
Dmytro Artemenko skoraði 13 mál upp á 13 málroyndir, so hann verður ein okkara mugu royna at verja fyri í dystinum sunnudagin.