Sendiharrin Kenneth A. Howery fer til Grønlands 18. til 21. mai at luttaka á ráðstevnuni Future Greenland og at lata upp nýggja amerikanska í Nuuk.
Tað skrivar amerikanska sendistovan í Keypmannahavn í tíðindaskrivi.
Saman við sendiharranum Ken Howery verður serligi sendiharrin í Grønlandi, guvernørurin í Louisiana, Jeff Landry. Saman fara teir at hitta eitt breitt úrval av grønlendingum at lurta og læra við tí endamáli at víðka um búskaparligu møguleikarnar, byggja upp bondini fólk til fólk, sum tikið verður til – og økja um sambandið millum USA og Grønland.
– Eg gleði meg at vitja Grønland aftur og serliga at lata upp okkara nýggja konsulát. Síðani 2020, tá vit lótu upp aftur okkara konsulát í Nuuk, hava vit vaksið okkara sambond við grønlendsku stjórnina, kommunurnar og fólk tvørtur um vinnuna, universitetini og fleiri vinnugreinar.
– Vit síggja fram til at bjóða fleiri tænastur til amerikanarar og grønlendingar og at brúka hetta nýggja hølið sum sambands- og samstarvsstað millum USA og Grønland. Hetta samstarvið fer at fylla út okkara drúgva virkandi og produktiva arktiska verjusamstarv við Kongaríkið Danmark, sigur Kenneth A. Howery, amerikanskur sendimaður í Danmark.
Næstsíðsta vikuskifti vitja Ken Howery í Føroyum á fyrsta sinni, har hann hitti politikarar og vinnulívsfólk.
Longri samrøða er við amerikanska sendiharran í Sosialinum hesa vikuna











