MR-EL er løggildur el-innleggjari, Sigurd Gudmundsson er entrepreneurfyritøka, og so er tað SEV í Oyrunum í Vági.
- Byrjað varð hjá MR-EL, sum hevur sløk 10 ár á baki. Hjá MR-EL starvast 13 fólk, harav tríggir lærlingar og eitt skrivstovufólk.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at starvsfólkahópurin hjá MR-EL er vaksin støðugt seinastu árini, og her hava fleiri lærlingar staðið sína lærutíð og fingið prógv.
MR-EL heldur til á bryggjuni í Vági.
- Teir greiða frá, at arbeitt verður við at fáa ovaru hæddina, sum hevur inngongd frá Vágsvegi, setta í stand soleiðis, at viðskiftafólk, sum hava ørindi hjá MR-EL, kunnu brúka inngongdina móti Vágsvegi.
Arbeiðsuppgávurnar hjá el-fyritøkuni eru um alt landið, og eitt nú vann MR-EL útboðið av el-arbeiðnum til nýggju battarístøðina hjá SEV á Sundi.
- Men størsti parturin av arbeiðsuppgávunum eru í Suðuroynni. Stjórarnir báðir, Marner og Ragnar, eru bjartskygdir. Teir lata væl at gongdini og vóna, at gongdin fer at halda fram.
Entreprenørfyritøkan Sigurd Gudmundsson hevur júst arbeitt vesturi á Eiðinum, har teir hava sett ljósmastrar upp við fótbóltsvøllin.
- Fyritøkan hevur nógv ár á baki. Hon er stovnað í 1981, og tað hevur verið misjavnt, hvussu nógvar arbeiðsuppgávur hava verið, men eftir 45 ár er fyritøkan framvegis virkin, og drúgvu royndirnar hjá teimum eru eftirspurdar.
Sigurd Gudmundsson greiðir frá ymiskum uppgávunum, sum fyritøkan hevur havt gjøgnum tíðirnar, og serliga áhugavert var at hoyra hann greiða frá kavaruddingini, eitt nú til til Fámara og Norður í Botn.
- Vit, sum eru von við góðar og breiðar vegir, sótu næstan málleys, meðan hann greiddi frá, hvussu hann kom fram við stóru maskinunum í kavaódn eftir einsporaðum vegum.
Sjávur heldur Sigurd, at tað er ein lívsstílur at arbeiða við stórum maskinum, og tá tú fæst við kavagrestur, arbeiðir tú í øllum veðri.
Sonur hansara, Eyðun, starvast saman við Sigurdi.
Eyðun sigur, at hann hevur hingið uppi í pápa sínum alt tað, hann minnist, so tað var púra náttúrligt at velja sama vinnuveg sum pápin. Elsta dóttirin hjá Sigurdi, Siri, hevur eisini koyrt lastbil, tá hann hevur manglað bilførara.
##med2##
Vinnuvitjanin hjá havnar- og vinnunevndini í Vágs kommunu endaði á Vágsverkinum hjá SEV, har tey heilsaðu uppá nýggja verkmeistaran, John Eli Krosslá, sum tók við, eftir at Jóanes Norðberg fór frá fyri aldur.
- John Eli vístu okum runt á verkinum og greiddi frá stóru broytingini, sum kom, tá skipanin við battaríum og synkronkompensatori í Heiðunum kom. Tað, og at ongar luftlinjur eru longur, ger, at el-skipanin er meiri støðug og lættari at koyra.
Nýggi verkmeistarin sigur, at tað er gott at starvast á Vágsverkinum, og tað sæst væl, at tey, ið starvast her, eru góð við arbeiðsplássið, tí bygningurin er væl hildin, bæði innan og kring bygningin.
- Vit í havna- og vinnunevndin takka øllum fyri góða vinnuvitjan, siga tey í Vágs kommunu í dag.
##med3##













