Hendan myndin er tikin av Johild Johannesen 13. apríl í ár, tá sonurin Aksel fór frá sum løgmaður, og ommusonurin, Beinir, tók við sum løgmaður. Myndir: Álvur Haraldsen

Omma løgmann fyllir 80 ár

Í morgin 10. mai fyllir Johild Johannesen í Klaksvík 80 ár. Hon hevur sum hin einasta upplivað bæði son og ommuson sum løgmann

Hendan myndin er tikin av Johild Johannesen 13. apríl í ár, tá sonurin Aksel fór frá sum løgmaður, og ommusonurin, Beinir, tók við sum løgmaður. Myndir: Álvur Haraldsen

Í dag fyllir Johild Johannesen í Kalksvík 80 ár. Hon er omma Beinir Johannesen, løgmann, og mamma Aksel V. Johannesen, fyrrverandi løgmann. Eingin onnur kvinna í Føroyum hevur upplivað bæði son og ommuson sum løgmann, og eingin í Føroyum hevur áður uppliva at hava son og ommuson í landsstýrinum í senn.

Johild er nummar 4 í røðini av 10 syskjum. Hon er dóttir Aksel Johannesen úr Klaksvík og Signhild Johannesen (f. Hansen) úr Miðvági. 

Johild giftist Vilhelm Johannesen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni, í 1964, og eiga tey 5 børn. 

 

  • Líggjas 1964
  • Signhild 1967
  • Bethuel 1968
  • Ragna 1970
  • Aksel 1972. 

 

Johild hevur 17 ommubørn og 20 langommubørn. Sum heilt ung arbeiddi hon sum stovugenta á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Meðan hon hevði smábørn arbeiddi hon sum dagrøktarmamma. 

Eftir børnini gjørdist vaksin fór hon á Norðoya Røktarheim at arbeiða, til hon gjørdist fólkapensjónistur.

Johild Johannesen er fødd og uppvaksin í Klaksvík.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Hendan myndin er tikin av Johild Johannesen 13. apríl í ár, tá sonurin Aksel fór frá sum løgmaður, og ommusonurin, Beinir, tók við sum løgmaður. Myndir: Álvur Haraldsen

Johild Johannesen tosar við nýggju løgmansfrúuna, Helenu Johannesen, sum kona ommusonin, Beinir Johannesen

Johild Johannesen er fødd og uppvaksin í Klaksvík