Fleiri lyklaspælarar eru ikki tøkir

Bæði hjá NSÍ og KÍ eru lyklaspælarar ikki tøkir undan fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, sum í kvøld verður í Klaksvík

Í kvøld klokkan 18.30 verður fyrsta bríksl í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum KÍ og NSÍ. Seinni dysturin millum hesi feløgini verður á jóansøku í Runavík.

 

Samantaldi vinnarin av dystunum í kvøld og á jóansøku verður partur av finaluni um løgmanssteypið, sum verður leygardagin 5. september. Mótstøðuliðið verður samantaldi vinnarin av dystunum millum HB og Víking, sum vera í Gundadali í morgin og so í Sarpugerði í Norðragøtu 25. juni.

 

Í fjør vann KÍ greipuna fyri fjórðu ferð og steypakappingina fyri sjeyndu ferð. Í finaluni vann KÍ 2-0 ímóti Víkingi, og málskjúttar vóru Mads Bo Mikkelsen og Páll A. Klettskarð.

 

NSÍ hevur vunnið steypakappingina tríggjar ferðir. Tað eru níggju ár síðani, at NSÍ seinast vann steypakappingina. Tað var við í 2017 við 1-0 sigri ímóti B36, og Einar Tróndargjógv var einasti málskjútti.

 

Tað eru 40 ár síðani, at NSÍ fyri fyrstu ferð var steypavinnari. Ta ferðina, í 1986, var tað við 2-1 sigri ímóti LÍF.

 

Tá ið NSÍ fríggjakvøldið á heimavølli vann 2-1 ímóti HB, vóru tveir av lyklaspælararnir ikki tøkir. Her verður hugsað um málverjan Kristian Joensen og toppskjúttan og fremsta álopsspælaran Klæmint A. Olsen, og tá fór ein annar lyklaspælari, miðvallarin Brandur Hendriksson Olsen, av vøllinum í 72. minutti.

 

Tá ið KÍ leygarkvøldið í Gundadali var partur av 1-1 javnleiki ímóti B36, var Hallur Hansson ikki á listanum, og so eru tað teir, sum eru langtíðarskaddir. Her verður hugsað um málverjan Sebastian Jonn og framrættaða Patrik Johannesen.

 

Líkindini at spæla fótbólt í Klaksvík vera hampuliga góð, Høgættin er køld norðanfyri, og veðurvánirnar siga, at hann verður norðan og 6 metrar um sekundið og 12 metrar um sekundið. So hjá áskoðarunum ræður um at vera væl ílatnir.

 

KÍ – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30.