Amerikanski sendimaðurin í Keypmannahavn, Kenneth Howery, vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hann er nýggjur sendiharri hjá Trump umsitingini í Danmark.
Í morgun hevur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hitt Kenneth Howery. Teir umrøddu mál av felags áhuga so sum trygd og verju. Somuleiðis umrøddu teir møguleikar fyri at styrkja um samstarvið, serliga á handilsøkinum.
Kenneth Howery er ikki hvør sum helst.
Hann er útbúgving búskaparfrøðingur, er úr Texas og er handilsmaður og íverkseti. Mest kendur er hann helst fyri at vera ein av stovnarunum av PayPal, sum hann setti á stovn saman við heimsins ríkasta manni, Elon Musk.
Hann var sendiharri í Svøríki í fyrra skeiðnum hjá Donald Trump, forseta. Í USA er vanligt, at allir sendiharrar verða skitir út, tá forsetaskifti er.










