Amerikanskt krígsskip rakt av rakettum: Embætisfólk avsanna

Ein amerikanskur embætismaður avsannar, sambært einum journalisti frá Axios, at eitt amerikanskt skip er rakt av iranskum rakettum.

Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix

Sambært iranska almenna sjónvarpinum hevur herflotin í Iran forðað amerikanskum krígsskipum í at sigla inn í Hormuzsundið í dag.

Iranska tíðindastovan Fars skrivar eisini, at tvær rakettir hava rakt eitt amerikanskt krígsskip nærhendis Jask í Iran, eftir at skipið ikki varnaðist iranskar ávaringar.

Tað upplýsir Reuters, sum ikki hevur kunnað sjálvstøðugt váttað upplýsingarnar, sum heldur ikki eru váttaðar av amerikanskari síðu.

Ein høgur amerikanskur embætismaður avsannar tó, at eitt amerikanskt skip er rakt av iranskum rakettum. Tað skrivar ein journalistur frá miðlinum Axios á sosiala miðlinum X.

Fars nevnir lokalar keldur til upplýsingarnar.

Fars skrivar eisini, at amerikanska skipið er farið av økinum

BBC skrivar eisini, at iranski herurin sigur seg hava forðað einum skipi frá amerikonsku sjóverjuni í at sigla inn í Hormuzsundið.

Fráboðanirnar koma eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjár segði, at USA í dag fer undir at hjálpa strandaðum skipum úr Hormuzsundinum.

Til hetta hevur Iran svarað, at skip frá amerikanska flotanum verða álopin, um tey sigla inn í Hormuzsundið.

 

/Ritzau/

 

 

Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix