Amerikanskur sendimaður finst harðliga at Russlandi

- Skakandi álopini hótta friðin, sum amerikanski forsetin roynir at fáa í lag, sigur Keith Kellogg

Serligi sendimaðurin hjá USA, Keith Kellogg, sigur, at russiska álopið á Kyiv síðstu nátt hóttir royndirnar hjá amerikanska forsetanum at fáa frið í lag í Ukraina.

 

Russiska álopið á ukrainska høvuðsstaðin í nátt beindi fyri í minsta lagi 18 ósekum fólkum, og 48 vórðu særd, sambært ukrainskum myndugleikum.

 

Sendimaðurin finst harðliga at Russlandi fyri álopið, har eisini børn lótu lív.

 

- Hesi skakandi álop hótta friðin, sum amerikanski forsetin roynir at fáa í lag, skrivar Keith Kellogg á X, fyrrverandi Twitter í dag.

 

Serligi sendimaðurin vísir á, at russisku álopini í nátt eisini raktu skrivstovu, sum ES og Bretland hava í Kyiv.