Ein amerikanskur undirvatnsbátur liggur beint nú í Nólsoyarfirði. Sambært landsstýrismanninum í uttanríkismálum Jenis av Rana er undirvatnsbáturin komin her fyri at skifta manning.
– Hann er komin at skifta manning. Ein føroysk fyritøka hevur átikið sær uppgávuna at sigla teir umborð, sigur Jenis av Rana.
Hetta er ikki gerandissjón, men sambært landsstýrismanninum er hetta nakað, vit kanska kunnu venja okkum við at síggja meira til í Føroyum.
Jenis av Rana sær hesa vitjan av undirvatnsbátinum sum natúrliga.
– Hetta er ein natúrlig útvikling, sum eg hopi fer at vinda uppá seg. Hatta eru okkara vinir. Teir sum verja okkum. Men eg veit ikki, hvar teir fara nú, sigur hann.
Undirvatnsbáturin er akkurát komin, men hann fer avstað aftur um eina løtu, skilja vit á starvsfólki hjá Tórshavnar Havn. Men har vita tey heldur ikki, hví kavbáturin er her, men kenna væl til vitjanina, tí tey fingu ein fyrispurning um tað.
Sambært Gunnar Holm-Jacobsen frá Uttanríkisráðnum er hetta ein kjarnorkurikin kavbátur, sigur hann við Kringvarpið, og landsstýrið góðtekur, at kavbáturin er kjarnorkurikin.
Hendan myndin sæst á MarineTraffic:
##med2##
Kavbáturin eitur USS Indiana SSN 789. Hann sær soleiðis út (Mynd frá Wikipedia):
##med3##
##med4##