Meðan fótbóltstjóðir kappast í HM endaspælinum í Suður Afrika, er liðið hjá Amnesty mannað og klárt at stríðast fyri mannarættindum.
Hesir 11 verjuleikararnir á altjóða mannarættindaliðnum verja mannarættindi kring heimin. Tey hava eitt felags mál: javnrættur, virðing og rættvísi fyri øll.
Hetta liðið av verjuleikarum møtir hvønn dag sterkari mótstøðu, men við tínum stuðli kunnu vit í felag taka tøk og náa felags málinum.
Amnesty heitir á føroyingar um at taka lut í stríðnum um ein rættvísari heim við at rópa á liðið og stuðla altjóða mannarættindum.
Við at seta tína undirskrift á tey brøvini, sum mannarættindastríðsfólkini hava orðað til avvarðandi myndugleikar, gert tú tína ávirkan galdandi. Hetta kann gerast frá týsdegnum hesa vikuna á torginum í SMS ella á heimasíðuni hjá Amnesty.
Í sambandi hesum sambandi verður skipað fyri fyrstu livandi borðfótbóltskappingini í Føroyum. Forvitnisliga tiltakið verður á torginum í SMS frá týsdegnum 15. juni til leygardagin 19. juni. Dystirnir vera týdagin, mikudagin, hósdagin og fríggjadagin kl. 16.00, og finaluumfarið verður leygardagin kl. 13.00. Í hesum døgum verður m.a. ein afturvendandi fótbóltsdystur, har samgongan møtir andstøðuni, tikin uppaftur. Onnur lið, ið fara at dystast eru hesi: Amnesty, Javni, felagsliði hjá Javnstøðunevndini og Demokratia, Løgreglan, Brandstøðin, SMS, Miðlahúsið, Dimma, Sjúkrasystrar, Handverkarar og fleiri onnur.
Lesið meira um evnið við at TRÝSTA HER