Anand og Khalifman út í umdyst

Í New Delhi, India, er spenningurin í hásæti nú fjórðingsfinalurnar í Fide HM eru leiktar. Bert bretin Michael Adams hevur vunnið sær sæti í hálvfinaluni, meðan hini trý plássini mugu avgerast við umdystum.

Talv:


Fide heimsmeistarin frá 1999, Alexander Khalifman úr Russlandi, vil ei víkja fyri trifremsta telvaranum í heiminum Viswanathan Anand úr India. Í fyrsta talvinum teirra millum har Khalifman hevði svarta fólkið, fekk hann lættliga javnt, og sunnudagin bleiv úrslitið somuleiðis javnt.

Khalifman hevur ment seg øgiligt síðani hann í fjør óvæntað vann Fide HM, og nú á døgum verður hann mettur millum tíggju teir fremstu í heiminum, sjálvt um ratingtal hansara liggur um 2660. Torført er at siga um hann megnar at basa Anand í kviktalvsumdystinum, eftirsum hesin er kviktalvsekspertur, men møguleikan hevur hann so. Kviktalvsumdystirnir blivu leiktir mánadagin eftir evstamark.


Grischuk og hinir

Vinnarin av 3rd Tórshavn International russin Alexander Grischuk, hevur verið størsta yvirraskilsi í Fide HM. Hann er ein av teimum átta í kvartfinaluni, og skal somuleiðis út í kviktalvsumdyst eftir tveir javnleikur ímóti franskmanninum Vladislav Tkavhiev. Sera flott av tí 17 ára gamla Grischuk sum saman við javnaldranum Ruslan Ponomariov, verður spáddur eina stjørnubjarta framtíð innan topptelving.

Spaniólin Alexei Shirov var í trupulleikum undan seinna talvinum ímóti Evgeny Bareev, somuleiðis úr Russlandi. Bareev vann nevnliga fyrra talvið og krav Shirovs varð sostatt at vinna tað seinra. Shirov vísti seg, ikki óvæntað, frá sínari bestu síðu í hesum seinna talvið og stutt sagt knústi frá hond í einum klassiskum álopstalvi. Tískil verður umdystur teirra millum, og Shirov er helst favorittur. Seinna talvið sum Shirov vann, er við í blaðnum í dag.

Tann einasti ið kom snikkaleysur í hálvfinaluna varð bretin Michael Adams. Hann vann tað fyrra talvið og leikti tað seinna javnt ímóti Veselin Topalov úr Bulgaria.

Adams leikar ímóti vinnaranum av Anand-Khalifman umdystinum- í hálvfinaluni, meðan hin hálvfinalan verður millum tveir av hesum fýra telvarum: Shirov, Bareev, Tkachiev og Grischuk.

Fide HM byrjaði 25. november og síðsta talvið verður leikt 27. desember. Finalan verður flutt til Teheran, Iran.


Føroyingar á odda í Danmark

1. lið hjá Talvfelagnum Føroyum í keypmannahavn liggur á odda í 3. deild í donsku liðkappingini. Útisetaliðið vann sunnudagin enn ein stórsigur, hesaferð 5,5-2,5 ímóti Ballerup, sum annars vóru tvey stig framanfyri føroyska liðnum undan dystinum.

Tríggir dystir hava føroyingarnir telvað, og eru tveir av teimum endaðir 6-2, meðan hesin triði kærkomni sigurin gav teimum hálvtsætta stig.

Liðið var: John Arna Nilssen (remis), Heina Olsen (tapti), Flóvin Tór Næs (vann), Eyðun Nolsøe (remis), Bogi Ziska (remis), Heini Danielsen (vann), Carl Eli Nolsøe Samuelsen (vann) og Finnbjørn Vang (vann).

Eins og í føroysku liðkappingini er jólasteðgur í danskari liðtelving, og byrjað verður aftur miðskeiðis í január 2001.



Talvið hesa vikuna


Shirov,A (2746) - Bareev,E (2702)

FIDE WCh KO New Delhi IND 10.12.2000


1.e4 e6 2.d4 d5 3.Nc3 Nf6 4.Bg5 dxe4 5.Nxe4 Be7 6.Bxf6 Bxf6 7.Nf3 Nd7 8.Qd2 0-0 9.0-0-0 Be7 10.Bc4 Nf6 11.Rhe1 Nd5 12.Ne5 f5 13.Bxd5 exd5 14.Nc5 Bg5 15.f4 Bf6 16.h3 Qd6 17.Ncd3 b6 18.g4 c5 19.g5 Bd8 20.Qg2 Rb8 21.g6 c4 22.Nb4 Bb7 23.gxh7+ Kxh7 24.Rg1 Qh6 25.Qf3 Bf6 26.Nd7 Rbd8 27.Nxf8+ Rxf8 28.Nxd5 Kh8 29.Qa3 1-0