Tiltak
Heitið á tiltakinum er "Brøðralag millum tjóðir", og á skránni verður eisini sangur við børnum, upplestur av yrkingum, kaffi við onkrum aftur við og paraguanskur tónleikur.
Áhugaverd skrá
Fyrstir at leggja fyri verða Jacob og Johannes úr Etiopiu, sum saman við Elsu Jacobsen, fyrrverandi trúboðara, fara at greiða frá um fjarskotna landið í Afriku. Tey fara at greiða frá um fólkið, missiónsarbeiði og fara eisini at vísa myndir.
Yuichi úr Japan og konan, Elsa Husgaard, fara somuleiðis at siga frá og vísa myndir úr Japan.
Ramona og Flemming Petersen fara at vísa film og greiða frá um indiánarar og teirra livihátt í Paragyay.
Yrkingar
Á tiltakinum í Losjuni Glotti fer Óla Jákup Thomsen at lesa upp egnar yrkingar.
Úr Gøtu siga tey, at avmarkað atgongd er til tiltakið, sum er alment.
Atgongumerkini á 50 krónur fáast við dyrnar klokkan 19 fríggjakvøldið.