Anders Lund Madsen sleppur ikki at keypa hús í Føroyum

Løgmaður ætlar at skerja rættin hjá útlendingum at keypa hús í Føroyum. Fyri eitt nú danska sjónvarpsvertin Anders Lund Madsen merkir tað, at hann ikki kann kann keypa sær dreymahúsið í Fugloy, sum hann fegin vildi

Men hann kann søkja landsstýrismannin á økinum, um hann kann sleppa. So um tað verður sum Bárður Nielsen vil, so verður tað ein avgerð hjá landsstýrisfólkinum á økinum, um útlendingar sum eitt nú Anders Lund Madsen kunnu keypa hús í Føroyum.

Løgmaður upplýsir í morgun, at endamálið við uppskotinum er at tryggja, at tann, sum eigur fastogn í Føroyum hevur tilknýti til Føroyar. At tryggja, at talið av útlendingum, sum eiga fastogn í ávísum økjum í Føroyum ikki verður ov høgt, og at tryggja, at uppskotið ikki setur óneyðugar forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi í Føroyum.

Sambært uppskotinum hjá Bárði Nielsen kunnu øll, sum búgva fast í Føroyum – uttan mun til tjóðskap – kunnu keypa fastogn uttan at søkja loyvi áðrenn.

Men persónar, sum ikki aktuelt búgva í Føroyum, men sum hava búð í Føroyum í samanlagt fimm ár, kunnu eisini keypa fastogn uttan at søkja loyvi.

Persónar, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, og sum heldur ikki hava búð í Føroyum í samanlagt 5 ár, skulu søkja landsstýrismannin um loyvi at keypa fastogn í Føroyum. Somuleiðis skulu feløg o.o., sum ikki hava heimstað í Føroyum søkja um loyvi, áðrenn fastogn verður keypt.

##med3##

Um loyvi skal gevast persóni, sum ikki hevur fastan bústað í Føroyum, og sum heldur ikki hevur búð í Føroyum í samanlagt fimm ár (sum til dømis Anders Lund Madsen), er ein ítøkilig avgerð í hvørjum einstøkum føri.

##med2##

Tað var í samrøðu við Sosialin 12. januar í 2018, at danski sjónvarpsverturin Anders Lund Madsen segði, at hann fegin vildi frætta, um okkurt húst fór til sølu í Fugloy.

Samrøðan við hann frá 2018 kann lesast her: Eg kundu hugsað mær at keypt hús í Fugloy

##files##