VINNA
Á ársins leiðaradegi, sum Synergi skipaði fyri á Hotel Føroyum fríggjadagin, varð Andras Róin, fyrrverandi stjóri á Føroya Tele, kosin ársins leiðari 2007.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, Gloria Kalsø, handisskúlalærari, og Óli Olsen, blaðstjóri á Vinnuvitan, sótu í dómsnevndini. Í grundgevingini varð m.a. sagt, at Andras Róin miðvíst hevði ment ein stirvnan, almennan stovn til eina fyritøku, ið megnaði at koma inn í tann talgilda heimin. Andras Róin fekk tað skotsmál, at Føroya Tele við honum á odda hevur víst seg at havt altjóða ambitiónir og møguleikar. Harafturat varð fyritøkan søgd at hava eina opna leiðslu, har fólk ynskja at starvast – og vísa seg at støðast.
Andras Róin fekk eisini tey rósandi orðini, at hann var ímyndin av leiðslu og hevði stýrt eini fyritøku, ið vann pening.
Herfyri kundi Føroya Tele gjalda 30 milliónir í vinningsbýti.
Tá Andras Róin kom upp á pallin at taka ímóti herðaklappinum, segði hann seg vera ovfarnan.
- Eg havi havi ongantíð fingið so nógv rós, síðani eg segði upp, helt hann skemtiliga fyri.
Andras Róin segði, at hann ognaði starvsfólkunum á Føroya Tele heiðurin.
MYNDATEKSTUR
Gloria Kalsø, limur í dómsnevndini, hevði bert rósandi til fyrrverandi oddamannin á Føroya Tele
Mynd: Jens Kr. Vang