- Málverjarnir koma at avgera tað. Tað heldur venjarin hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti, Andreas F. Hansen, tá Tróndur Arge biðir hann meta um steypafinaluna hjá kvinnum millum Neistan og Kyndil.
Andreas F. Hansen heldur, at Kyndil hevur eina góða verju, men hevur trupuleikar við álopsspælinum. Hinvegin hevur Neistin nakrar spælarar, sum stríðast við skaðar. Andreas F. Hansen væntar ein sera javnan dyst, har tað verður lítið, sum skilir liðini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Andrias F. Hansen segði við Trónd Arge beinleiðis á Rás2 beint áðrenn steypafinalan í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum var bríkslað í gongd.