Andrew í apríl-søgu

Tað var eingin álvari handan orðini, tá Portalurin sunnumorgunin staðfesti, at Todi Jónsson hevur noktað Andrew av Fløtum at spæla við føroyska landsliðnum.
Talan var um eina apríl-søgu, og sum skilst, so hava tað verið onkrir lesarar, sum vorðu fangaðir á skeiva beininum.
Todi Jónsson letur tó heilsa úr Fremad Amager og sigur, at tey sjálvandi einki hava ímóti at Andrew er partur av føroysku landsliðnum. Og sjálvur gleðir Andrew seg eisini til komandi avbjóðingarnar, har Italia og Skotland standa fremst í røðini.