Andrew prinsur missir heitið sum prinsur

Skandaluplágaði bretski prinsurin missir allar titlar sínar og fer at flyta úr kongsbústaðnum.

Bretski Andrew prinsur missir heitið sum prinsur og kongsbústað sín.

Tað boðar Buckingham Palace frá, sambært bæði BBC og Reuters.

Í fráboðanini stendur, at Charles kongur er "farin undir formligar málsviðgerðir" fyri at taka frá Andrew prinsi allar hansara titlar og heiðrar.

Hann fer í staðin at eita Andrew Mountbatten Windsor.

- Tygara Hátignir ynskja at gera greitt, at tygara tankar og djúpasta samkensla hava verið - og framhaldandi fara at vera - við teimum ofrum av øllum slag av misnýtslu, stendur at lesa í fráboðanini frá bretska kongshúsinum.

Andrew skal eisini flyta úr Royal Lodge í Windsor, har hann hevur havt almennan residens higartil.

Í staðin fer hann at flyta í bústað á privata Sandringham-bústaðnum í Norfolk. Bústaðurin verður privat fíggjaður av konginum, skrivar BBC.