Plátubarrin byrjar aftur

Tað er kalt og brátt er november. 

 

Tað er vetur.

 

Og so eru tað góð tíðindi hjá mongum, at nú byrjar sendingin Plátubarrin aftur í útvarpinum. Jákup Magnussen, vertur, verður aftur við Plátubarrini hvørt leygarkvøld í vetur.

 

Leygarkvøldið verður fyrsta sendingin í vetur send, og skráin fylgir sama leisti, sum undanfarnar sendingar hava havt. Skráin leygarkvødið er hendan:

 

21.00: Vertsins løta

 

21.30: Temaplátan 50: 'Gas 5', Gasolin'. (Kvinde min, Rabalderstr.)

 

22.30: Plátuynski

 

00.30: Hálvantímatáttur við Kim Wilde løgum.

 

01.05: Plátuynski

 

02.00: Góða nátt!

 

Av tí at  allahalganagudstænasta verður send kl. 20.00, byrjar Plátubarrin kl. 21.00.

 

##med2##