Tingfólkini fyri Tjóðveldi, Bjørt Samuelsen, Kristina Háfoss og Sirið Stenberg, og tingkvinnan fyri Javnaðarflokkin, Rigmor Dam, finnast hvassliga at fólkaatkvøðuni um kommunusamanlegging.
Tey skriva á Facebook, at fólkaatkvøðan var púrasta óneyðug.
Bjørt Samuelsen heldur, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, skal leggja sessin frá sær í virðing fyri fólkaræðnum, sum hon málber seg. Hann hevur ábyrgdina av fólkaatkvøðuni, sum miseydnaðist til fulnar.
- Hvørki fíggjarligu ella aðrar fyritreytir fyri samanlegging vóru kendar, og tí vistu fólk ikki, hvat tey atkvøddu fyri. Kommunusamanlegging viðkemur hvørjum einasta føroyingi. Kortini fór færri enn triði hvør og setti kross. Mong mundu siga nei til illa frágingu fólkaatkvøðuna, heldur enn til samanlegging, skrivar Bjørt Samuelsen.
Kristina Háfoss skrivar, at fólkaatkvøðan sigur eina søgu um eina av mest miseydnaðu fólkaatkvøðunum nakrantíð í Føroyum.
- Ein fólkaatkvøða, har so at siga alt landið atkvøddi ímóti teimum ætlanum, ið samgongan og landsstýrið hava ynskt. Uttan iva eisini eitt úrslit av mótstøðu móti tí politikki, ið verður førdur í hesum døgum. Hóast hetta fegnast bæði løgmaður og Kári P. Højgaard, skrivar Kristina Háfoss.
Sirið Stenberg heldur, at pengarnir kundu verið brúktir til onnur átrokandi mál.
- Eg kenni ikki reiðiliga kostnaðin á fólkaatkvøðuni, men havi hoyrt, at hann liggur um tvær milliónir krónur. Eg kann upplýsa, at okkara uppskot um 300.000 krónur til symfoniorkestri, 500.000 krónur til at seta gongd á eftirskúlaverkætlanina, og 750.000 krónur til eitt barnaumboð vóru øll feld. Grundgevingin var, at eingir pengar vóru til tað!, skrivar hon.
Rigmor Dam heldur eisini, at landsstýrið kundi raðfest øðrvísi.
- Tær tríggjar milliónirnar, sum vórðu brendar av til eina villeiðandi, manipulerandi og óneyðuga fólkaatkvøðu, kundu tømt bíðilistan til barnapsykiatiina!, skrivar hon.