Andstøðan í Venesuela vísir aftur forsetasigurin hjá Maduro

Andstøðuleiðarin í Venezuela avvísir valúrslitið. Andstøðan hevur fingið 70 prosent av atkvøðunum, verður sagt.

Andstøðuleiðarin í Venezuela, Maria Corina Machado, tosar við pressuna valkvøldið við forsetavalevninum Edmundo Gonzalez Urrutia við síðuna av sær. - Mynd: Leonardo Fernandez Viloria/Reuters

Andstøðuleiðarin í Venezuela, Maria Corina Machado, sigur í morgun, at valevnið hjá andstøðuflokkinum, Edmundo Gonzalez Urrutia, hevur vunnið 70 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum.

- Vit vilja siga við alt Venesuela og heimin, at Venesuela hevur valt ein nýggjan forseta, og tað er Edmundo Gonzalez Urrutia, sigur Machado.

- Vit vunnu, og tað veit allur heimurin, leggur hon afturat.

Valmyndugleikin í landinum hevur eisini boðað frá, at sitandi forsetin í Venesuela, Nicolas Maduro, hevur vunnið 51 prosent av atkvøðunum. Hann kann sostatt gleða seg til sítt triðja valskeið.

Maduro kallar sjálvur sigurin "ein sigur fyri friði og støðufesti".

Sambært valmyndugleikanum hevur Edmundo Gonzalez Urrutia fingið 44 prosent av atkvøðunum.

Landsvalráðið, sum myndugleikin eitur, er á pappírinum ein sjálvstøðugur stovnur. Men andstøðan ákærir tað fyri at virka sum partur av stjórnarflokkinum.

Sambært andstøðuni slapp ovasti embætismaðurin, sum skal hava eftirlit við atkvøðuteljingini, ikki loyvi at fylgja uppteljingini valnáttina.

Í nátt, okkara tíð, segði andstøðan seg hava "orsøk til at hátíðarhalda", samstundis sum venezuelansku veljararnir vórðu eggjaðir til at halda seg á valstøðunum, eftir at teir høvdu atkvøtt, fyri at tryggja, at atkvøðurnar vórðu taldar rætt upp.

Maria Corina Machado hevur heitt á herin í Venesuela um at tryggja valúrslitið. Andstøðan sigur seg hava avrit av umleið 40 prosentum av veruligu atkvøðuúrslitunum.

- Boð til herin. Venezuelanska fólkið hevur talað: tey vilja ikki hava Maduro, skrivar Machado á sosiala miðlinum X.

- Tíðin er komin til, at tit skulu standa á røttu síðu av søguni. Tú hevur ein møguleika, og tað er nú.

Í uppskotinum til valið hevur andstøðan í Venezuela møtt fleiri avbjóðingum.

Machado, sum upprunaliga varð hildin at vera forsetavalevni hjá andstøðuni, fekk av myndugleikunum forboð fyri at stilla upp.

Avloysari hennara, akademikarin Carina Yoris, var eisini útihýst frá valinum.

Andstøðan valdi síðani at tilnevna Edmundo Gonzalez Urrutia, sum hevur eina fortíð sum sendiharri.

/ritzau/AFP

 

 

Andstøðuleiðarin í Venezuela, Maria Corina Machado, tosar við pressuna valkvøldið við forsetavalevninum Edmundo Gonzalez Urrutia við síðuna av sær. - Mynd: Leonardo Fernandez Viloria/Reuters