Í gjárkvøldið samtykti býráðið í Fuglafjarðar kommunu at seta Annfinn Hjelm í starvið sum fíggjarleiðari í kommununi.
Annfinn er 45 ára gamal og hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur og master í leiðslu.
Hann hevur drúgvar royndir sum fíggjarleiðari frá ymiskum størvum í Føroyum.
Annfinn Hjelm byrjar í starvinum sum fíggjarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu hin 7. juni 2022.