Anita Vibergsdóttir verður borgarstjóri á Tvøroyri mánaðin út

Kristin Michelsen fer í farloyvi, og tí skal Anita Vibergsdóttir røkja borgarstjórasessin

Anita Vibergsdóttir verður borgarstjóri á Tvøroyri frá í dag hin 1. apríl til 29. apríl. 

 

Tað skrivar Tvøroyrar kommuna í dag. Kommunan skrivar:

 

– Meðan Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er burturstaddur í feriu frá 1. apríl fram til 29. apríl, verður tað vararborgarstjórin, Anita Vibergsdóttir, ið røkir starvið sum borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu hetta sama tíðarskeiðið.