Anker Jørgensen 90 ár

Í dag, fríggjadagin 13. juli, verður fyrrverandi danski for­sætisráðharrin Ank­er Jørgensen 90 ár. Danska Socialdemokratiet há­tíðar­held­ur dagin við almennari mót­tøku í Keypmannahavn fyri gamla formanninum, sum nú býr á ellisheimi.
Anker Jørgensen gjørdist forsætismálaráðharri fyrst í oktober 1972. Tað var stór­ur skelkur í Danmark og aðra staðni við. Eftir fólka­at­kvøðuna um EEC lima­skap boðaði Jens Otto Krag púra óvæntað frá av ting­sins røð­arapalli, at hann legði frá sær, og at Anker Jørg­en­sen var nýggjur for­sætis­mála­ráðharri.
Nýggi forsætismála­ráð­harrin var ikki ókendur, tí hann var formaður í danska arbeiðsmannafelagnum, sum seinni varð SID, og frá 1964 var hann fólkatingsmaður. Men tað var púra óvæntað, at Anker skuldi verða for­sætismálaráðharri. Eingin hevði roknað við tí, hvørki í Socialdemokratiet ella í øðr­um flokkum.
Í sjeyti árunum var Anker mest sentrali persónurin í turbolenta danska sam­fe­lag­num. Hann var for­sæt­is­málaráðharri fram til desember 1973 og aftur frá januar 1975 og fram til á heysti í 1982, tá ið hann ásann­aði, at parlamentariska grund­arlagið undir stjórnini var burtur. Hann legði frá sær uttan at útskriva val, og Poul Schlüter varð for­sætismálaráðharri fyri fýra flokka stjórnini millum teir konservativu, vinstra, kristi­liga fólkaflokkin og centrum­demokratarnar.
Skeiðið við Ankeri í fremstu røð var eyðkent av stórum rembingum og broyt­ingum. Oljukreppurnar í 1973 og 1979 vóru orsøk til, at vøksturin í búskapinum, sum hevði verið síðani krígsárini, steðgaði. Arbeiðsloysið vaks samstundis sum prís­vøkst­ur­in var stórur, almenna skuld­in vaks, og tað gjørdi uttanlandsskuldin eis­ini. Harvið kom væl­ferðarsam­felagið undir rættuligt trýst. Javnaðarflokkurin misti stóra undirtøku, tá ið nýggju flokkarnir – Fram­burðs­flokk­urin hjá Glistrup og Centrum­demo­kratarnir hjá Erhard Jacob­sen saman við fleiri øðrum nýggjum flokkum – so at siga skeiklaðu gomlu javnvágina í Fólkatinginum.
Í 1979 og 1981 vann Anker trivaligar sigrar, men so var tað, at hann noyddist at leggja kongin. Summi siga, at hann megnaði ikki at syrgja fyri politikkinum, sum tað var neyðugt at føra, og onnur siga, at kvotan hjá sosialdemokratunum í tí umfarinum var liðug, og dan­ir vildu hava nýggj­ar kust­­ar. Millum javn­aðar­menn varð roknað við, at borg­­arliga stjórnin bara var ein samdøgursfluga, og at Anker fór skjótt at sleppa framat aftur. So­leið­­is gekk tað ikki, og í 1987 legði Anker Jørgensen frá sær sum for­maður í Social­demo­kratiet.
Anker varðveitti alla tíðina sambandið við baklandið, sum hann var runnin av. Ingrid og hann búðu øll árini í íbúðini á Borgbjergvej í Sydhavnen, og tað er til­tikið, at meðan hann var mitt í meldrinum í spentum politiskum samráðingum, so bar til at møta honum eina løtu til gongu á strondini ella í einum bussi á veg til ella frá arbeiði.
Danski forsætismála­ráð­­harrin er ráðharri fyri Før­­oyar, og Anker hevur vitjað her fleiri ferðir. Hann arbeiddi nógv saman við Johan Nielsen og Jacob Lind­­enskov, sum umboðaðu før­oyska javnaðarflokkin í fólkatinginum. Tað var með­­an hann var forsætis­mála-ráðharri, at farið var undir samráðingarnar um at yvirtaka undirgrundina, men tað var ikki fyrrenn eftir at borgarliga stjórnin hevði sitið í fleiri ár, at ein loysn var funnin.
Anker hevur eisini havt samband við Sosialin. Eitt nú var hann í 2002 við í 75 ára stovningarveitsluni.
Í dag hátíðarhalda Anker og danski javnaðarflokkurin 90 ára føðingardagin hjá síðsta arbeiðsmanninum, sum megnaði at vinna seg fram til at vera for­mað­ur í flokkinum og forsætis­mála­ráðharri. Síðani hava fýra akademikarar – Svend Auken, Poul Nyrup Rasmussen, Mog­ens Lykketoft og Helle Thorning-Schmidt – verið for­menn í flokkinum. Tað man vera sera lítið sannlíkt, at ein arbeiðsmaður aftur verður formaður í danska javnaðarflokkinum, sum als ikki hevur ta undirtøku nú, sum hann hevði, tá ið Anker var formaður.