-Míni ráð til luttakararnir í X-Factor er, at tey skulu njóta tað so nógv sum gjørligt, tí tað gongur ófatiliga skjótt. Og at síggja alla kappingina sum eina fantastiska útbúgving, heldur enn at síggja hana sum eina lívsumráðandi kapping, sigur Anna Nygaard. X-Factor er aftur á skránni, og í kvøld er seinasti sokallaði bootcamp parturin av X-Factor 2011. Í fjør gjørdist Anna Nygaard nummar fimm í kappingini, og hevur síðani gjørt nógv um seg í Føroyum og í Danmark.
Nú situr Anna frammanfyri sjónvarpsskíggjanum hvørt fríggjakvøld, og fylgir teimum luttakarunum, sum nú royna seg í kappingini.
Hennara besta ráð er, at luttakararnir minnast til at hugna sær, og at læra so nógv sum gjørligt. Hóast fleiri luttakarar eru koyrdir úr kappingini longu nú, so hevur Anna Nygaard kortini ikki ein favorit júst enn, men hennara yndis kategori í ár eru tey yvir 30.
-Eg haldi, at luttakararnir eru góðir í ár. Eg veit av royndum, at ein als ikki kann rokna við støðinum so tíðliga í kappingini, tí so nógvur spenningur og nervøsitetur er uppi í - men eg veit eisini, at tá teir 9 luttakararnir til live sendingarnar eru úttiknir, fáa tey alla tað hjálp tey hava tørv fyri, til at levera eina fantastiska framførslu, og tá veðrur støðið heilt vist beinanvegin hækkað, sigur Anna Nygaard.
- Eg havi sum so ongan favoritt í ár, tí eg haldi at luttakararnir eru so ymiskir - men eg síggi eina ræðuliga sterka kategori hjá teimum eldri luttakarunum í ár.. Og tað verður helst har, at mín favorittur kemur at verða í ár, sigur Anna Nygaard.