Ukraina tørvar evropeiskan stuðul nøkur ár aftrat

- Vit skulu ikki stríðast í fleiri áratíggjur, men Evropa noyðist at vísa, at londini í eina tíð vilja veita okkum støðugan fíggjarligan stuðul, sigur ukrainski forsetin

Tað kann ikki vera órímiligt, at Russland sleppur at gjalda fyri sína oyðilegging í Ukraina

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Ukraina tørvar fíggjarliga hjálp úr Evropa eini tvey ella trý ár aftrat fyri at halda fram við stríðnum móti Russlandi.

 

- Hetta havi eg lagt dent á yvirfyri evropeiskum leiðarum. Eg segði við teir, at vit ikki skulu stríðast í fleiri áratíggjur, men Evropa noyðist at vísa, at londini í eina tíð vilja veita støðugan fíggjarligan stuðul til Ukraina.

 

Volodymyr Zelenskyj vísir á eina skrá - ella eina ætlan - hjá ES-nevndini, har londini stigvíst fara at leysgeva frystar russiskar pengar til at fíggja Ukraina.

 

 

 

 

 

Tað kann ikki vera órímiligt, at Russland sleppur at gjalda fyri sína oyðilegging í Ukraina