Seinasta sending á hesum sinni av Hoydalar hevur verið í kvøld, og stjørnan hesaferð var Annika Hoydal.
Í næstum verður høvi at hoyra Anniku á palli.
Annika er ein djørv og sjarmerandi kvinna, sum alt lívið hevur gingið sína egnu leið. Á leiðini hevur hon inspirerað mong við síni styrki, rødd og heilt serligu nærveru, sum bara hon hevur.
Hóast hon hevur ferðast 80 ferðir kring sólina, syngur hon framvegis so reint og vakurt, at ein bæði smílist og verður rørdur. Lat okkum bara siga tað soleiðis: Tað er ikki uttan orsøk, at Annika Hoydal var ein av stjørnunum í sendingini Hoydalar, siga fyrireikararnir.
23. mai ber til at uppliva hana á Reinsarínum. Hetta verður nærvera og søgur frá einum listafólki, sum hevur sett djúp spor í føroyskan tónleik.











