Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld.
Í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík tók oddaliðið, Valur við Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg móti liðnum hjá Dánjali Ragnarssyni (myndin), Fram.
Valur var favorittur undan dystinum, men tað endaði við einum greiðum 35-27 sigri til Fram, ið var á odda 16-10 í steðginum.
Bjarni skoraði fýra mál og Allan skoraði eitt mál fyri Val. Dánjal skoraði fýra mál og legði upp til trý mál (assist) hjá Fram.
Valur er framvegis fremst í deildini við 30 stigum. Fram er nummar sjey við 24 stigum.
Liðið hjá Sveini Olafssyni, Afturelding tapti tepurt á útivølli 29-30 (15-13) fyri FH.
Afturelding er nummar fimm í deildini við 25 stigum.











