Annika Hoydal við bólki til Ljósfest í Vági

- Vit gleða okkum til eitt rimmar leygarkvøld við framúrskarandi føroyskum tónleiki, tá Annika Hoydal og tónleikabólkur hennara vitja Ljósfestina í Vági

 

- Vit eru sera takksom fyri, at Annika Hoydal við bólki hevur valt at vitja Ljósfestina í ár

- Nú kunnu vit avdúka, at okkara framúrskarandi tónleikari, Annika Hoydal, kemur at framføra til Ljósfestina í Vági leygarkvøldið 15. august 2026.

 

Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Vágs kommunu í morgun.

 

- Annika Hoydal kemur saman við tónleikabólki sínum til Vágs, har hon fer at skapa eina serliga tónleikauppliving fyri gestum og vágbingum, og vit eru sera takksom fyri, at hon hevur valt at vitja Ljósfestina í ár.

 

Annika Hoydal er framvegis ein framúrskarandi sangarinda, sum við síni sermerktu rødd og nærveru á pallinum megnar at bergtaka áskoðararnar. Gjøgnum fleiri áratíggju hevur hon givið føroyskum tónleiki óteljandi skattir, sum framvegis liva millum fólk og verða sungnir við gleði.

 

- Hon verður uttan iva mett sum ein av okkara størstu sangarindum og tónleikaskøldum. Serliga saman við Harkaliðnum skapti hon nógv av teimum føroysku tónleikahittunum, ið myndaðu føroyskan tónleik í sjeyti- og áttatiárunum.

 

Víst verður á, at sangir sum “Aldan”, “Í dans”, “15 ár”, “Lisa” og “Ólavur Riddararós” eru vorðnir ein natúrligur partur av føroyska tónleikaarvinum.

 

- Annika Hoydal hevur í nógv ár samstarvað við fleiri av okkara fremstu tónleikafólkum, millum annað Gunnar Hoydal, Kára Mouritsen, Jógvan Dahl og Jógvan Telling Joensen. Serliga Harkaliðið setti djúp spor í føroyska tónleikaheimin, og hevur tónleikurin hjá teimum havt stóran týdning fyri fleiri ættarlið.

 

Víst verður á, nú Annika Hoydal saman við tónleikabólki kemur til Vágs, at sera viðkomandi er eisini, at Jógvan Dahl var ættaður og uppvaksin í Vági, og at Eigil Joensen, pápi Jógvan Telling Joensen, eisini hevði ættarbond til Vágs.

 

Herfyri fylti Annika Hoydal 80 ár, men hon er framvegis sera virkin á føroyska mentanarpallinum. Síðan miðskeiðis í sekstiárunum hevur hon virkað sum sangari, sangskrivari og sjónleikari, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

- Vit gleða okkum sera nógv til eitt rimmar leygarkvøld við framúrskarandi føroyskum tónleiki, tá Annika Hoydal og tónleikabólkur hennara vitja Ljósfestina í Vági, siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

- Vit eru sera takksom fyri, at Annika Hoydal við bólki hevur valt at vitja Ljósfestina í ár